Richard Schwartson
MSc (Pharm), MSc (Information Systems)
Við støði í einum dulnevndum lesarabrævi viðgjørdi hon fyribrigdi religiøs fanatisma og og kristnir fundamentalistar.
Uttan yvirhøvur at siga, hvat hon meinti við, vóðru óhugnaligu heitini religiøs fanatisma, religiøsir fundamentalistar og ekstremistar borin inn í stovuna, sum fekk ein at hugsa um 11. september 2001 og sjálvsmorðsbumbur, har somu heiti verða brúkt um tey, sum framdu illgerðirnar. At brúka slík tokukend og lødd orðafelli, uttan at greiða frá, hvat ein meinar við, elvir til ótrygd og ampa. Hvør er í hugaheiminum hjá vertinum kristin fundamentalistur? Og hvar gongur markið millum at vera ein hóvligur kristin og fundamentalistisk kristin, ella ein hóvligur religiøsur og ein fanatiskur religiøsur?
Verturin hevði fingið ein lívfrøðing at gera sínar viðmerkingar til tokukenda og leysa pástandin:
Akademikarar eru ikki vælkomnir í Føroyum, tí tað skal lítið til at verða outsidari her, og hetta kemst av, at tann føroyska mentanin er stýrd av religiøsari fanatismu.
Hvussu lívfrøðingurin fekk vavt neo-darwinsmu og religiøsar ekstremistar upp í sendingina er mær óskiljandi. Jóannes Danielsen, lívfrøðingur, skal hava loyvi at koma fram við sínum sjónarmiðum, tá hann vil. Mín viðmerking til sjónarmið hansara er orðini hjá Michael Ruse:
we who cherish science should be careful to distinguish when we are doing science and when we are extrapolating from it, particularly when we are teaching our students. If it is science that is to be taught, then teach science and nothing more. Leave the other discussions for a more appropriate time.
Eg og nógvir akademikarar við mær taka ikki undir við áskoðanum hjá lívfrøðinginum um, at vísundaligu dátaini vísa á, at alt er íkomið við tilvildarligum mutasjónum og nátúrligari útveljing. Vísundaligu dátaini stuðla eins væl tí modellinum, at ein skapari stendur aftan fyri tað sum er. Men soleiðis sum verturin og lívfrøðingurin málbóru seg í sendingini, so manglaði bara at senda mær navnaspjaldrið fundamentalistiskur kristin, religiøsur fanatikari og ekstremistur.
Tað varð nevnt av lívfrøðinginum í sendingini, at vit føroyingar eru til grin í umheiminum, orsakað av okkara fundamentalistisku støðu til uppruna til alt tað sum er, at vit trúgva at ein skapari stendur aftanfyri.
Eg kundi nevnt eina ørgrynnu av útlenskum granskarum og professarum, sum ikki grína at okkara sokallaðu fundamentalistisku støðu, men lat meg avmarka meg til Ole Vang. Ole Vang, PhD, er granskarin og molekylerbiologurin og lektari á RUC (Roskilde Universitetscenter). Ole hevur vísundaliga førleikan at gera sína metan av, um vísundaligu dátaini vit hava vísa á at alt hevur sín uppruna í berari tilvild. Ole Vang er komin til ta niðurstøðu, at ein skapari stendur aftan fyri. Hansara sjónarmið kunnu lesast í donsku Weekend-avisen 15. august 2003 var samrøða við Ole Vang. Greinin hevur heitið Biologen der ikke tror på Darwin
Kringsvarpslógin krevur, at eg skal rinda sjónvarpsgjald. Ta geri eg eisini. Kringvarpslógin krevur, at sjónvarpið ber sakligan og objektivan tíððindflutning. Ta gjørdi sjónvarpið ikki í mentanarsendingini 6. oktober.