Øssur Winthereig, tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya, hevur stýrt nøkrum av valsendingunum við harðari hond. Hann stóð fyri sendingunum úr teimum sjey valdømunum, og eitt, sum eyðkendi hesar sendingarnar var, at fleiri av valevnunum vóru ógvuliga illa fyrireikað til hesar sendingarnar.
? Tað, sum eg undrist stórliga á, er, at tað kemur óvart á teir føroysku flokkarnir í ár 2004, at sjónvarpið hevur ein týðandi leiklut í einum valstríði. Hetta kundi møguliga verið tilfelli í 1984 ella 88, men tíðin er komin at ásanna, hvussu týðandi sjónvarpið er í hesum døgum, sigur Øssur Winthereig.
? Tað kann tó vera eitt sindur órættvíst fyri summi valevni, at tey ikki duga serliga væl at hyggja inn í eina linsu og ikki kenna seg væl í eini sjónvarpsstovu. Har skuldu flokkarnir rætt og slætt tikið seg saman og fingið professionell fólk at læra valevnini at føra seg fram í sjónvarpinum. Tey blíva kanska ikki líka góð sum John Sigurd í Degi og Viku, men tað hevði gjørt stóran mun, sigur verturin fyri valsendingarnar.
Hann heldur, at tað skal vera tann politiski boðskapurin, sum telur, men soleiðis er ikki altíð, tá valevnini skulu føra seg fram í sjónvarpinum, har framførslan og sjónleikurin eru minst líka týðandi sum boðskapurin.
Illa fyrireikað
? Í teimum fyrstu sendingunum var tað ógvuliga eyðsýnt, at valevnini ikki høvdu væntað at verða spurd uppaftur fleiri ferðir um eitt nú fígging, og hvussu tey ætla at seta ymsar ætlanir í verk, sigur Øssur Winthereig, tá hann verður spurdur um valsendingarnar.
Hann sá tó eina broyting í framførslunum hjá valevnum eftir tær fyrstu tríggjar sendingarnar. Tá aftraðu valevnini seg við at koma við uppáhaldum og ætlanum, sum tey ikki kundu argumentera ella grundgeva fyri. Valevnini vandu seg við spælireglarnar so hvørt.
? Eg haldi sjálvur, at eg fór væl við teimum nýggju valevnunum, og tað var tilætlað frá mínari síðu. Men tað verður ongantíð okkara ábyrgd at fyrireika valevni til eina valsending. Tað má vera uppgávan hjá flokkunum, slær Øssur fast. Hann leggur tó afturat, at valevnini fingu eina stutta vegleiðing, áðrenn sendingin fór í luftina.
? Vit vistu heldur ikki, hvussu hesar sendingarnar fóru at rigga, men mín leiklutur gjørdist kanska størri enn væntað, av tí at fleiri valevnini komu við løgnum pástandum, sigur Øssur Winthereig.
Evnisvalið kundi verið øðrvísi
Sjónvarpsverturin ásannar, at valið av evnum til tær ymsu valsendingarnar kundi verið øðrvísi. Hann vísir eitt nú á, at tað var heldur óheppið, at politikarar úr Norðoyggjum skuldu kjakast um sjúkrahúsið í Klaksvík, og at valevni úr Sandoy tosaðu um farleiðina millum oynna og meginøkið.
? Har skuldu vit møguliga havt lyft kjakið uppá eitt landspolitiskt støði frá byrjan av, sigur Øssur Winthereig um tær nógv umtalaðu sendingarnar úr teimum sjey valdømunum.