Seinastu nógvu árini hava føroysku sjónvarpshyggjararnir verið »forkelaðir« av SvF, sum hevur borið teimum fótbólt úr bestu ensku deildini.
Soleiðis verður ikki í vetur, og orsøkin er m. a., at tað er vorðið so kostnaðarmikið hjá SvF at keypa rættindini til Premier League, at teir av programpolitiskum ávum hava valt fótbóltin frá.
Hetta merkir kortini ikki, at eingin enskur fótbóltur verður at síggja í SvF í ár, men tað merkir, at talan verður um »sekunda-fótbólt«, tí SvF fer í samstarvi við Danmarks Radio at senda frá næstbestu ensku deildini.
Vit hava spurt Øssur Winthereig, tíðindastjóra í SvF um orsøkina.
Programpolitiskt val
Øssur Winthereig sigur við Sosialin, at SvF hevur eitt ynski um at raðfesta ítróttin høgt, men at tað kostar at framleiða ella keypa og tí verður mann noyddur at velja viðhvørt. Og tí er her talan um eitt programpolitiskt val hjá SvF um ikki at senda úr bestu deildini í Onglandi
? Vit hava samráðst við Canal+ um rættindini fyri 99/2000, men prísurin var alt ov høgur til at vit vildu taka av. Í fjør kostaði tað okkum 330 túsund krónur, men í ár kostaði tað 550 túsund krónur um vit ætlaðu at senda Premier League og »Highlights« úr deildini, sigur Øssur Winthereig.
Men skilir tú ikki tey, sum eru í øðini um, at tit á henda hátt ikki senda tað, tey vilja síggja?
? Jú, á ein hátt, men vit verða noyddir til at velja viðhvørt, og tað hava vit gjørt í hesum føri. Talan er í hesum føri um beinharða forrætning, har Canal+ veit, at selja teir rættindini til okkara, so missa teir »satelittkundar« og tað vilja teir hava, at vit skulu gjalda fyri. Tí hava vit gjørt eitt val, sum sigur, at vit ikki senda frá ovastu ensku deildini í ár, sigur Øssur Wintereig.
Vóru hepnir í fjør
Tá SvF í fjør keypti rættindini til enskan fótbólt var tað í veruleikanum ongantíð talan um teir mest áhugaverdu dystirnar.
Canal+ bjóðar tveir dystir út, og annar er við oddaliðinum. Hin er við einum øðrum liði, og tað var tað, sum SvF keypti í fjør, og tað var orsøkin til, at teir fingu fótbóltin so »bíliga«.
? Men vit vóru bara so heppin, at t. d. Manchester United, sum hevur eina rúgvu av viðhaldsfólki í Føroyum, næstan hvørja ferð var við á »okkara« dysti, og tí sóðu føroyingar tað, sum teir flestu vildu síggja. Tað er prísurin fyri hesar dystir, sum næstan er tvífaldaður, og tað vildu vit ikki vera við til, sigur Øssur Winthereig, sum er keddur av, at tað heldur ikki eydnaðist at fáa fatur á brotunum úr bestu deildini.
Hesir báðir partar hingu saman, og tí var tað ómøguligt hjá SvF at fáa hendur á.
Men skilir Øssur, at entu-siastarnir eru í øðini?
? Jú, tað skilji eg væl, men teir vera noyddir til at finna aðrar rásir, sum senda tað teir vilja hava, sigur Øssur Winthereig, sum leggur afturat, at tað er eitt slag av plástri á sári, at SvF sendir úr næstbestu deildini í samsending við Danmarks Radio.
Henda sending kostar ikki sjónvarpinum eitt oyra skilja vit á tíðindastjóra útvarpsins.
Meira føroyskt
Tá SvF hevur tikið avgerð um, at teir ikki fara at senda úr bestu ensku deildini, fer tað so at síggjast aftur við meira føroyskum ítrótti. Henda spurning settu vit Øssuri Winthereig.
? Tað er eitt sindur torført, at siga nakað um, tí hóast vit ikki keypa rættindini til Premier League, so merkir tað ikki av sær sjálvum at vit kunnu brúka meira pening til føroyskan ítrótt. Tað fer jú av tí samlaða budgettinum og verður tí tikið sum ein partur av eini heild sigur tíðindastjórin, sum kortini leggur afturat, at SvF fer at leggja seg eftir at senda meira frá føroyskum ítrótti heldur enn útlendskum.
Hevði so ikki borið til, at fingið sponsorar til ítróttarsendingar burturav?
? Nei, tað haldi eg ikki ber til uttan at tað gongur út yvir okkurt annað sigur Øssur Winthereig, og vísir á, at lýsingarbudgettið hjá føroyskum fyritøkum er avmarkað, og at tað tí neyvan ber til at slíta lýsararnar sundur. Hann leggur kortini afturat, at hann ikki kennir tað øki nóg væl til at úttala seg um tað.
Ikki so lítið hóast alt
Hóast SvF mangan fær álvarsligt skot fyri bógvin, at teir ikki senda nóg nógvan ítrótt, so heldur tíðindastjórin, at teir senda ikki so lítið hóast alt.
? Vanliga senda vit frá svimjing, steypafinalunum í hondbólti, fótbóltslandsdystum, Føroya Sterkasta manni, Atlantic Giant, sum eisini gevur okkum fittar inntøkur, frá Oyggjaleikunum og tað ætla vit okkum at halda fast við og menna, sigur Øssur, sum eisini vísir á, at SvF vanliga sendir frá øllum dystum í fýra teimum seinastu umførunum í landskappingini í fótbólti.
? Vit eru tó eitt sindur kedd av, at vit ikki senda meira frá føroyska vetrarítróttinum, sigur Øssur Winthereig, sum kortini ikki vil lova, at tað verður betri í vetur.
Hann endar tó við at siga, at SvF við broytingunum í enska fótbóltinum hevur gjørt eitt programpolitiskt val, sum inniber, at tey, sum brenna fyri enskum fótbólti, mugu finna sær eina aðra rás at síggja hann á. SvF kann ikki bara senda til ein lutfalsliga »smalan« hóp fyri so nógvar pengar.
? Tað mugu hyggjararnir hjá okkum smyrja seg við, sigur Øssur Winthereig at enda.