Fyri stuttum settu tveir hollendskir sjónvarpsvertir sær fyri, at teir vildu uppliva, hvussu tað kennist, tá konufólk hava verkir. Hetta vildu teir royna á egnum kroppi.
Teir báðir vertirnir Dennis Storm og Valerio Zeno úr Hollandi hava roynt eitt sindur av hvørjum í sendingini "Guinea Pigs", og hesaferð skuldu ungu garparnir uppliva verkir.
Pínan, sum líkist pínuni, sum kvinnur merkja undir føðing, fingu teir báðir menninir við hjálp av simolatorum, ið geva elektriskan stoyt.
Djørvu sjónvarpsvetrirnir merktu ikki tað stóra til pínuna at byrja við og flentu og tvætlaðu býtt, men nakrar minuttir seinni bæði róptu og skríggjaðu teir. Sum brotið niðanfyri vísir, so fingu teir eisini pínulinnandi, meðan eksperimentið fór fram.
Eftir at sendingin bleiv víst í hollendskum sjónvarpi, hevur eksperimentið og ikki minst pína í samband við føðing verið rættiliga nógv frammi í fleiri ymiskum fjølmiðlum.
Niðanfyri ber til at síggja, tá Dennis og Valerio uppliva pínuna, ið svarar til pínu av verkum undir føðing.
Videobrotið er á hollendskum. Fyri at fáa enskan undirtekst trýstir tú fyrst á "play" og síðani á "CC".