Tann 27. juni rændu sjórænarar farmaskipið "Semlow", sum var á veg til Mombasa í Somalia við 850 tonsum av rísi, og nú hava teir rænt eitt skip, sum var úr Egyptalandi við sementi.
Sjórænararnir hava víst seg at vera ringir at hava við at gera. Myndugleikarnir í Somalia hava fleiri ferðir roynt at fáa samband við teir fyri at fáa fatur á farminum umborð á "Semlow", sum Heimsbankin hevur fíggjað fyri matvørustovnin hjá ST, World Food Program. Í síðstu viku eydnaðist tað endiliga at fáa sjórænararnar at sigla skipið inn á redina í El Maan. Har samdust partarnir um, at sjórænararnir skuldu lata myndugleikunum skipið, manningina og farmin aftur fyri eitt ávíst loysigjald. Upprunaliga kravdu sjórænararnir 500.000 dollarar í loysiogjaldi, men so nógv vildu Heimsbankin og WFP ikki gjalda.
Men dagin eftir stungu sjórænararnir av við skipi, manning og farmi. Løtu seinni boðaðu teir frá, at teir høvdu tikið eitt skip, sum var komið úr Egyptalandi við sementi, og at teir nú vildu hava størri loysigjald fyri "Semlow".
Eingin hevur sæð manningin á "Semlow", síðani skipið varð rænt, og tí veit eingin, um teir yvirhøvur eru á lívi enn.