Uttanflokkatingmaðurin Sjúrður Skaale verður nú partur av Javnaðarflokkinum, sum hevur boðið til tíðindafund klokkan hálvgum níggju í morgun.
Í fráboðanini sigur Javnaðarflokkurin bara, at »Í samband við at tingbólkur Javnaðarfloksins verður víðkaður verður boðið til tíðindafund í morgun mánamorgunin 22. august klokkan 8.30 á Gamla Apoteki«. Men Portaurin veit, at talan er um Sjúrð Skaale, sum tí helst eisini fer at stilla upp fyri Javnaðarflokkin.