Eyðgerð Mørkøre Kruse, málsviðgeri
------
Siti her seinasta dag í páskafrítíðini. Vaknaði í morgun og kundi staðfesta, at veðrið fór at gera sítt til, at hetta fór at verða ein deiligur dagur. Tað luktaði væl av dunnu og knappliga kom eg í tankar um, at eg hevði gloymt at kókað egg. Tað er 2. Páskadagur og tá rulla vit egg. Nakað framman undan høvdu vit verið túr við hundinum, og tá høvdu vit sæð onkran leypa á sjógv. Tað hava serliga verið kvinnurnar, sum hava svomið í sjónum tey seinastu fáu árini, men teir seinastu dagarnar eru nógv lopin á bláman.
Eg rokni við, at hetta byrjaði við teimum avbjóðingum, sum hava verið á teimum sosialu miðlunum seinastu tíðina, har ein avbjóðing hevur verið serliga nógv umtalað. Hendan innihelt alkohol og nógv foreldur hava uttan iva havt kjakið við tannáringar sínar um, at tey nýtist ikki at gera tað sama sum hini. Tosið um týdningin at læra seg at hugsa sjálvur, og hvussu bólkatrýst kann hava keðiliga ávirkan.
Mær dámdi altíð so væl sangin, sum byrjar “elt ikki alt, sum fyri er slóðað – sjálvbjargin far yvir land yvir hav”. Eg minnist enn, tá vit greinaðu hann í framhaldsdeildini, og eg havi havt hasi orðini við mær líka síðan. Ja, nú í skjótt 20 ár.
Eg minnist eisini enn kjakið, sum eg sum tannáringur hevði við foreldur míni, tá vit tosaðu um, at okkurt ikki nýtist at vera rætt bara tí at hini gera tað. Eitt dømi, sum eg sjálv havi brúkt við mínum børnum er: “um onkur hevði lopið á sjógv, hevði tú gjørt tað sama?”
Eg hugsi akkurát um hasi orðini nú seinasta dag í hesi páskafrítíðini. Tað eru ótrúliga nógv fólk, sum hava gjørt akkurát tað í dag. Lopið á sjógv, tí at onkur annar hevur bjóðað teimum av. Tí at onkur annar er lopin á sjógv.
Harmleyst og stuttligt heldur onkur. Onkur annar heldur hetta vera fjas og uppaftur onnur halda, at tað eru ríkiligt av føroyingum, sum renna aftan á tí, sum onnur gera, uttan at hugsa um hvat tey gera.
Tað, sum kann undra meg eitt sindur er, at fólk hava tikið onnur líknandi spøl í ramasta álvara, ávara í móti teimum, tí at tey í ringasta føri kunnu føra til deyða.
Men tað, sum kann verða vandamikið við slíkum avbjóðingum er, at tað sum oftast ikki verður hugsað. Tað standa fleiri fólk og geila onnur upp og hjá mannfólki plagar tað at vera nógmikið at siga “chicken”, so plagar at rigga.
Gaman í er tað stuttligt at nógv fólk leypa á bláman í páskahøgtíðini, men tað, sum eg kann gerast eitt sindur bangin um, eru tey, sum ikki ætla at taka við hesi avbjóðing. Tað er eitt sera stórt trýst á fólki, og hvat læra vit tey ungu og børnini hjá okkum, tá vit lata okkum ávirka av rákinum og bara gera, sum hini, tí at tað hava hini sagt, at vit skulu?
Hetta hevur onkur eisini víst á hesar seinastu dagarnar, og tá verður ypt øksl, flent og sagt: “ikki vera so óinteressant ella ikki vera so alvorlig”.
Hetta er eitt týdningarmikið sjónarhorn av hava við. Tí at bólkatrýst hevur havt nógvar keðiligar avleiðingar fyri menniskju fyrr.