Í Porkeri búgva umleið 320 fólk í dag. Tá fólkatalið var størst, búðu 461 fólk í bygdini. Tað var í 1950. Eftir hetta minkaði fólkatalið so líðandi, til tað vaks aftur í sjeyti-og áttatiárunum. Í 1990 búðu 421 fólk í bygdini, men síðan er fólkatalið minkað aftur, til tað í dag er komið niður á umleið 320.
Borgarstjóri í Porkeris kommunu er Mikkjal Sørensen. Hann sat eisini í undanfarna bygdaráð. Hann vísir á, at onkur einstøk sethús verða bygd í bygdini, men talan er ikki um ta nógvu byggingina.
- Fólk eru flutt inn í eini hús í ár, og eini hús aftrat standa í gerð, sigur hann.
Mikkjal Sørensen sigur, at kommunan hevur nøkur grundøki vesturi á Hólum, og eisini eru nøkur Uppi á Fløtti, tey rópa.
- Hetta er jørð, sum kommunan hevur keypt frá Jarðarráðnum, men grundøkini, sum liggja um stívliga 500 fermetrar hvørt, eru ikki planerað. Eitt vanligt grundøki kostar umleið 80.000 krónur, sigur borgarstjórin.
Inntøkurnar hjá Porkeris kommunu eru rímiliga støðugar, men í løtuni eru tær heldur minni higartil í ár í mun til somu tíð í fjør.
Borgarstjórin sigur, at munurin serliga kom til sjóndar í byrjanini av árinum, men síðan er munurin minkaður.
- Hugsandi er tí, at verkfallið í fiskiskipaflotanum er ein orsøkin til, at skattainntøkurnar í byrjanini av árinum vóru lægri, sigur Mikkjal Sørensen og leggur aftrat, at sjóvinna gjøgnum mong ár hevur verið ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununi.
Porkeri hevur altíð verið kend fyri at hava nógvar sjómenn. Í bygdini eru menn, sum sigla við flakatrolarum. Aðrir sigla við skipum norðanfjørðs og onkur við skipum, sum eru heimahoyrandi í Suðuroy. Onkur siglir eisini í Noregi.
- Í bygdini eru eisini nakrir útróðrarbátar úr glastrevju. Menn royna serlig við snellu, men onkur roynir eisini við línu um heystarnar. Hetta eru menn, sum hava róð út gjøgnum nógv ár og hava livað av útróðri burturav.
Mikkjal Sørensen sigur, at Porkeri eisini hevur fleiri lærarar og fólk, sum starvast innan heilsu-og sjúkrarøkt.