Sjagaklettur er seldur

- Vit leita eftir einum øðrum skipi, men hava ikki funnið rætta skipið enn, sigur reiðarin, Tummas Christophersen.

Trolarin Sjagaklettur, sum hevði heimstað í Hvalba, er ikki longur partur av føroyska fiskiskipaflotanum. Reiðarríið P/F Jókin, sum átti skipið, hevur selt Sjagaklett til eitt felag á vesturstrondini í Kanada.

 

- Hetta er eitt felag, sum hevur stórar kvotur, og vit fingu ein so mikið góðan prís fyri skipið, at vit gjørdu av at selja, sigur reiðarin og ein av eigarunum í felagnum, P/F Jókin, Tummas Christhopersen.

 

Hann vísir á, at P/F Jókin hevur havt eyguni eftir øðrum skipi í staðin fyri Sjagaklett, men teir hava ikki funnið rætta skipið enn. Teir hava havt eitt skip í kikaranum, men tað skipið fingu teir ikki.

 

Spurdur, um talan møguliga verður um eitt skip við kølitangum, eins og Fram hevur, sigur reiðarin, at tað er ikki vist, men í løtuni standa allir møguleikar opnir, tí enn hava teir ikki funnið rætta skipið.

 

Djúpvatnstrolarin, Niels Pauli, sum sama felag eigur, hevur nýliga fingið 35 ára klassing, umframt at ymiskt annað er gjørt við skipið. Teir eru nú á triðja túri eftir klassingina.