Sjáldsamt ferðsluóhapp á Toftum

- Og førarin á eini motorsúkklu slapp snikkaleysur frá óhappi

Beint eftir døgverða í dag hendi eitt óhapp í svinginum í norðara enda á Kollafirði. Ein førarin á eini motorsúkklu misti tamarhaldið á súkkluni í svinginum og endaði í veitini.

 

Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men løgreglan sigur, at hann slapp óskalaður frá óhappinum.

 

Og nú seinnapartin hendi eitt heldur sjáldsamt óhapp á Toftum, Ein bilur, sum kom við einum kampingvogni, men brádliga loysnaði kampingvognurin og bilurin misti hann.

 

Løgreglan sigur, at kampingbognurin rakti ein pela og at hann at kalla varð vrak av stoytinum.

 

Løgreglan kannar nú, hví kampingvognurin loysnaði. Heldur ikki í hesum føri hendi nakar mannaskaði.