- Nú byrjar av álvara at vára. Tjøldrini eru so smátt farin at síggjast í okkara vøkru og várkløddu náttúru.
Soleiðis skriva tey á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu í dag.
- Eitt annað tekin um, at várið er í durinum, er, at okkara eldsálir, sum vár eftir vár trúliga listprýða steinin í Bartalstrøð við at binda upp á hann, aftur eru farnar til verka.
Lagt verður aftrat, at Bindisteinurin, sum hann eisini verður nevndur, er eitt hitt besta aktivið, tá hugsað verður um ferðavinnu.
- Bindisteinurin er kendur um allan heimin. Vit eru sera fegin um, at tað eru eldsálir, sum ár eftir ár sjálvboðið brúka ein part av sínari tíð til at seta okkara bygd og oyggj á heimskortið.
Tískil bera tey í Sands kommunu hesum kvinnum eina hjartans tøkk.
Á heimasíðuni hjá Visit Sandoy er mynd av pyntaða steininum í Bartalstrøð við lítlum teksti, sum tey rópa "Ævintýrtúrar".
- Hesin túrur er til børn og barnsligar sálir. Vit hoyra um gívrina og síggja gívrinarspor, knúgvarnar og holuna, har hon búði!
Lagt verður aftrat, at hetta er ein lættur túrur, har øll kunnu verða við - ja, ein ævintýratúrur, har ferðaleiðari sigur frá nógvum søgum.
##med2##