Skaðar gera av álvara um seg í hópinum hjá AaB, og tað hevur givið pláss fyri Gilla Sørensen, sum í kvøld var við í hópinum í útidystinum ímóti FC Nordsjælland.
Patrick Kristensen, Jakob Ahlmann, Thomas Enevoldsen, Rasmus Jönsson, Mathias Thrane, Frederik Børsting og Lukas Spalvis eru allir skaddir, og undan dystinum vóru verandi meistararnir úr AaB á triðaftasta plássi.
Dysturin í kvøld sá leingi út til at enda við 0-0-javnleiki, men tá ið fá sekund vóru eftir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, gjørdi Pascal Gregor hjá FC Nordsjælland sjálvmál og harvið gav AaB ein tiltrongdan 1-0-sigur.
Gilli Sørensen byrjaði á beinkinum og var ikki ein av teimum trimum, ið vórðu innskiftir.
Hetta var fyrsti sigurin hjá AaB í hálvan annan mánaða, og tey trý stigini lyfta teir heilt frá 10. plássi til sjeynda pláss. Næsti dystur hjá AaB verður á heimavølli ímóti aftasta liðnum, Silkeborg, 3. novembur.