Sjarmerandi Martin Joensen

Inni í Tjóðpallinum var deiligur stemningur, meðan Martin Joensen og hansara menn framførdu

Við á pallin hevði hann Paula Magnussen og Eyðun M. Hansen umframt sonin Sakaris Emil Joensen, sum eg fyri fyrstu ferð havi sæð vekk frá bassinum og á gittara ístaðin. Stuttligt at síggja pápa og son framføra saman, tá teir báðir eru so góðir tónleikarar og harafturat líkjast nógv, uttan at tað gerst pínligt.


Bæði samanspæl og ljóð var gott, Martin var sjarmerandi sum altíð, og eg kann ikki siga annað enn, at tað var ein góð og hugnalig løta. Serliga var tað endin við varðanum Svarti Ravnur, sum fekk nostalgiið at røra seg innaní. Og at síggja tannáringar syngja við av øllum hjarta ger bara alt tað heila eitt stórt vet meira rørandi.