Sjeikurin hjá George Michael leyg

Jóladag doyði enski poppsangarin George Michael bert 53 ára gamal. Orsøkin til deyðan skal verða ein hjartatilburður.

George Michael hevur seinastu árini hildið saman við Fadi Fawaz, og Fadi greiddi almenninginum frá, at hann hevði funnið George Michael lívleysan í songini.

Men nú hevur Fadi Fawaz viðgingið, at tað passar ikki. Fawaz var nevniliga ikki til staðar í heiminum hjá George Michael, tá ið sangarin í doyði. Fawaz sigur, at hann sovnaði í bilinum hjá sær.

Hann meiri enn rør fram undir, at forholdið millum hann og George Michael ikki var av tí besta um jóltíðir.