Sjey línuskip í Eysturgrønlandi

- Páskirnar eru fyri framman, og hetta kemur helst at hava sína ávirkan á, hvussu nógvur útróður verður

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar um ráfiskatilfeignið hesa vikuna, var einki ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

Tað eru bara tvey av teimum størru ísfiskalínukipunum eftir, men í løtuni liggja bæði við bryggu.

 

Men, samstundis sum ísfiskalínuskipini eru vorðin færri, er talið av frystilínuskipum økt munandi.

 

Av frystulínuskipunum er í løtuni sjey til fiskiskap í Eysturgrønlandi, eitt er á Flemish Kap, og tvey fiska undir Føroyum.

 

- Línuskpini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin er harður, men linkar sum vikan ongur.

 

- Veðrið verður gott, og vit vænta, at nakað verður av útróðri.

 

Lagt verður aftrat, at páskirnar eru fyri framman, og hetta kemur helst at hava hava sína ávirkan á, hvussu nógvur útróður verður.