Sjey nýggj føroysk met

Nú bara ein vika er eftir til fyrsta dagin hjá bogaskjúttunum á Oyggjaleikunum á Álandi, er líkt til, at føroyska liðið er sera væl fyri. Í dag var seinasta felagsvenjingin, sum eisini var stuðulsskjóting, og ikki færri enn sjey nýggj føroysk met vórðu skotin á Tórsvølli í gjár.

Sigrid Vang gjørdi bart, og skeyt 1336 av 1440 møguligum stigum við sínum 144 pílum. Til samanberingar er Oyggjaleikametið 1299 stig, sum Sigrid Vang sjálv skeyt á Oyggjaleikunum seinast. Umframt samlaða metið, setti compoundkvinnan eisini met á 70 metrum og 60 metrum, ið eru longru teinarnir hjá kvinnum.

Eisini Absalon Hansen í recurvebólkinum, setti nýtt føroyskt met, tá hann skeyt 1219 stig. Fyrr í ár setti Absalon Hansen eisini nýtt føroyskt met, men tað var eitt sindur lægri. Oyggjaleikametið er 1205 stig, og tað varð skotið í 1995.

Absalon Hansen setti somuleiðis met á 70 metrum. Stigatalið bleiv 314 stig.

Albert Dam og Jógvan Niclasen skutu somuleiðis føroysk met í compoundbólkinum fyri menn. Albert Dam fekk 343 stig av 360 møguligum á 70 metrum og Jógvan Niclasen skeyt 356 av 360 møguligum stigum á 30 metrum. Hetta merkir, at tað bara vóru fýra pílar, sum ikki raktu miðjuna!

Umframt føroysku metini, so fingu Magnus Andreassen og Rakul Dam í compoundbólkinum og Jastrid M. Jensen, Torfinn Hansen og Eirikur í Jákupsstovu í recurvebólkinum persónlig met.