Visjón 2015 bólkurin mælir til, at byggja sjey nýggj strandfaraskip komandi sjey árini Fyri sjóleiðirnar mælir bólkurin til, at ikki færri enn sjey nýggjar ferjur verða bygdar komandi sjey árini. Fyri hesi síggja »Tiltøk og tíðarfreist« soleiðis út:
Farmaskip 2011
Nólsoyarskip 2008
Svínoyar/Fugloyarskip 2008
Skúvoyarskip 2009
Kalsoyarskip 2010
Mykinesskip 2013
Hest/Koltursskip 2014
Hartil skulu fleiri havnir tillagast nýggju skipunum. Tann tíðarfreistin sær soleiðis út:
Havnatillaging til nýggj skip 2011
Havn í Svínoy 2012
Havn í Skúvoy 2013
Havn á Sandi 2014
Havn í Hvalba 2015
Tá hugsað verður um fólkaflutning metir arbeiðsbólkurin, at mest umráðandi er, at hædd verður tikin fyri ferðatíð, ferðadygd, smidleika og at flutningstólini eisini eru egnað til fólk við niðursettum førleika. Mælt verður til at útvega skjóttgangandi skip ? tað er minst 22 knob ? á farleiðunum til Nólsoyar, Skúvoyar, Mykinesar, Svínoyar og Fugloyar og út í Hest og Koltur.
Hartil eiga nýggj skip at kunna sigla í minst líka ringum veðri sum verandi skip. Eisini verður mælt til, at eitt serligt farmaskip verður útvegað til farmaflutning til nevndu oyggjar.
Eydnast alt hetta at fremja í verki innan ár 2015, má sigast, at Føroyar fara at hava eitt vælútbygt infrakervi, og at útjaðarin í mestan mun er tikin við í framtíðarætlanir fyri landið.