- Sjey pør fiska upsa, meðan restin antin liggja við bryggju ella fiska makrel. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, tó at tað bragdar hjá onkrum pari.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at umframt upsan, fáa partrolararnir eisini naka av longu og toski sum hjáveiði.
- Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur, verður lagt aftrat.
Um djúpatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar upsa og kemur helst inn at landa síðst í næstu viku - og ein fiskar svartkalva.
- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men helst fer onkur útaftur í næstum.
Tveir trolbátar royna vestanfyri, og ein er eystanfyri. Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og nakað av upsa.
- Væntandi landar ein trolbátur mánadagin, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni, sum kemur. Fiskiskapurin hjá trolbátunum er smáligur, verður lagt aftrat.