AB fær seint seinnapartin vitjan av NSÍ. Meðan AB hevur fýra stig og stríðist fyri at sleppa burtur úr botninum, so hevur NSÍ 20 stig og er við í FM kappingini. Sjálvsálitið fekk av álvara skump rætta vegin mánakvøldið, tá ið NSÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti HB, sum undan dystinum í Runavík var ósigrað.
NSÍ hevur vunnið FM einaferð. Tað var í 2007. Hetta var fyrsta árið, at AB royndi seg í bestu deildini.
Síðani tá hava AB og NSÍ spælt tólv landskappingardystir á Argjum. AB hevur vunnið tvær ferðir – 3-1 í 2009 og í 2013. Í 2010 endaði tað við málleysum javnleiki. Allar hinar dystirnar hevur NSÍ vunnið. Í fjør var NSÍ einaferð á Argjum, og tá fóru teir gulu til hús við 5-1 sigri.
Tá ið AB fyri góðum tveimum vikum síðani var í Runavík, endaði tað við 3-0 heimasigri.
Hjá AB eru Filip í Liða og Hans Jákup Anfinnsson langtíðarskaddir, og Asbjørn Heðinsson er leikbannaður.
Hjá NSÍ er tað ivasamt, um Bárður J. Hansen og Jákup Jakobsen vera førir fyri at spæla í dag. Teir eru báðir skaðadarvaðir.
AB – NSÍ: Rúni Olsen kl. 17.00