Eins og undanfarin ár enda sjómannadagarnir í Klaksvík við eini hátíðarligar gudstænastu í Christianskirkjuni sunnudagin kl.11.00.
Í ár verður varpað ljós á, at sjeyti ár eru liðin, síðani 2. heimsbardagi endaði. Tí er eisini væl hóskandi at leita í Christianskirkjuna, ið er vígd minninum um teir føroysku sjómenninar, ið lótu lív á havinum í bardagaárunum 1939-1945. Aftast í kirkjuskipinum er ein minnistalva, ið vísir hetta.
Til gudstænastuna kemur manning av verjuskipunum Triton og Brimli at luttaka við bíbliulestri. Sangbólkurin Ekklesia úr Klaksvík kemur at ríka løtuna við sangi. Konfirmantar, ið vóru fermdir í Klaksvík á vári og heysti 1965, koma eisini at vera við til gudstænastuna. Prestur verður Hanus á Gørðum.