Skipsatstøðaranæmingar á grønlandsferð fyrr í summar sum partur av norðurlendskari verkætlan (NORSAFE).

Sjónám: Ger skjótt av fyri at tryggja tær upptøku!

Sjónám vil við hesum heita á tey, ið umhugsa at søkja á útbúgvingina, at gera skjótt av fyri at tryggja sær upptøku eftir summarfrítíðina.

Skipsatstøðaranæmingar á grønlandsferð fyrr í summar sum partur av norðurlendskari verkætlan (NORSAFE).

Skipsatstøðaraútbúgvingin á Sjónámi í Klaksvík hevur seinastu tvey árini verið eitt sindur øðrvísi skipað.

 

Uttanríkis og Mentamálaráðið tók summarið 2020 avgerð um, at gera broytingar í útbúgvingini til skipsatstøðara soleiðis, at endaskeiðið verður lisið sum eitt framhald av grundskeiðnum uttan krav um 6 mánaðar siglingartíð millum bæði skeiðini.

 

Samstundis var kravið um 17½ ára aldursmark fyri upptøku slept.

 

Hesi tvey fyrstu royndarárini, har skipsatstøðaraútbúgvingin við einum samanhangandi skeiði á fult skúlaár við sama innihaldi sum verandi byrjunar- og endaskeið, kunnu sigast at hava hepnast sera væl. Nú fáa næmingarnir høvið at taka allan skúlapartin í einum og fáa sostatt prógv sum fulltiknir skipsatstøðarar eftir loknan lestur - tó at ávís siglingartíð skal til áðrenn vinnubræv verður útskrivað.

 

Broytingarnar vóru framdar sum ein royndarskipan við heimild í § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø.  

 

Sjónám skilur, at vinnan hevur tikið væl ímóti nýggja leistinum, nakað ið sæst aftur við at skipsatstøðarar hava havt lætt við at fáa tjans eftir loknan lestur. Harafturat styttir útbúgvingin munandi um siglingartíðina fyri tey, ið ætla sær at søkja á skipara útbúgving seinni.

 

Søkjast kann á beinleiðis á heimasíðuni: sjonam.fo

á telduposti: sjonam@sjonam.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Skipsatstøðaranæmingar á grønlandsferð fyrr í summar sum partur av norðurlendskari verkætlan (NORSAFE).