Sjónleikarar í Vági máttu blaka frá sær

­ Eftir at hava vant í næstan tríggjar mánaðir blakaðu tey frá sær, beint sum tey vóru klár at fara á pallin. Tey vórðu fryst úti í orðsins rætta týdningi

18. apríl var ein dagur, sum vágbingar hava sæð fram til leingi.

Tí tá skuldi nakað so sjáldsamt sum ein frumframførðsla av einum sjónleiki verða í bygdini.

Men alt hetta verður nú av ongum.

Tí hóast tey hava vant í næstan tríggjar mánaðir, og brúkt nógvar pengar uppá báði pall, klæðir o.a. hava tey nú gjørt av at blaka frá sær.

Og avgerðin er endalig: ­ Rolluheftini eru løgd saman, klæðini pakkað og leiktjøldini eru løgd til viks, siga tey.


Gjørt nógv burturúr

Tað var longu í januar, at leikarar úr Vágs Sjónleikarafelag fóru undir at venja skemtileikin ?Gift teg³ , sum Torvald Tu hevur skrivað.

Sjey leikarar eru í hesum leikinum, teir vóru úr Vági og úr Sumba.

Men umframt leikararnar, er ein teskari og ein sminkøsa knýtt at leikinum.

Og tey høvdu gjørt nógv burturúr.

M.a. hevði teirra sminkøsa verið á skeið hjá eini professionellari sminkøsu í Havn. Somuleiðis høvdu tey fingið sær leikstjóra úr Havn. Hóast komin væl upp á árini, hevur navnframa Lina Larsen verið einar 10 ferðir í Vági og lagt teimum lag á.

Og tað mann vera langt síðani, at so nógv hevur verið gjørt burturúr leiktjøldunum og klæðum í sjónleiki í Vági, sum hesuferð.

Tilsamans hava tey brúkt einar 10.000 krónur til pall, klæðir o.a.

Og hóast alt varð púra liðugt, vísir tað seg nú, at alt hevur verið til fánýtis.

Tað kemst av, at umstøðurnar tey hava at venja undir hava verið so út av lagi vánaligar, at tey mánakvøldið gjørdi av at gevast.


Vandu í húsakulda

Leikararnar hava vant í Framtíðini, sum er felagshúsið hjá Arbeiðsmannafelagnum í Vági.

Og tað eru tær vánaligu umstøðurnar í Framtíðini, sum nú hava fingið sjónleikararnar at kasta frá sær.

Sjónleikararnir siga, at tey hava leigað Framtíðina fyri 200 krónur, hvørja ferð, tey hava vant.

­ Harafturat hava vit betalt 700 krónur í leigu fyri hvørja sýning.

Men leiðslan í Arbeiðsmannafelagnum hevur ikki viljað latið tey fáa varma í húsið fyri hendan prísin.

Til sýningarnar hevur tó varmin verið frá

­ Vit hava vant í húsakulda alla tíðina og tað er ikki at bjóða fólki.

Hetta var triðja árið á rað, at tey fóru undir sjónleik í Vági

Hvørja ferð hava tey vant og spælt í Framtíðini.

­ Og hvørt ár hevur tað verið ein togan um varma.

­ Men tað er ikki fyrrenn beint nú, at vit hava fingið at vita frá leiðsluni í Framtíðini at varmi ikki er uppi í leiguni upp á 200 krónur.

­ Tá ið vit so beinleiðs spurdi, hvat, vit skuldu betala í leigu fyri at fáa varma eisini, fingu vit at vita, at leigan var 400 krónur, hvørja ferð, vit vandu.

­ Og tað hava vit slett ikki ráð til. Vit máttu venja hvønn dag nú og til frumframførðsluna 18. apríl og tað hevði givið okkum leigu uppá 2.800 krónur um vikuna.

­ Tað hava vit ongan møguleika at betala, siga sjónleikararnar.

Og tí gjørdu teir av at tveita frá sær.

­ Tað var ógvuliga harmiligt, at vit skuldu noyðast at gevast.

­ Men at venja í húsakulda, kann eingin bjóða fólki. Og at betala 2.800 krónur í leigu um vikuna, er vónleyst.

­ So tað fær ikki verið øðrvísi, siga sjónleikararnir.

Tey høvdu ætlað at einar 5-6 sýningar skuldu vera í framtíðini. Tað hevði givið Framtíðini 3.500-4.200 krónur í inntøku, umframt 1.400 krónur um vikuna í leigu, um hon varð verandi 200 krónur hvørja ferð.

­ Tað halda tey hevði betalt fyri oljuna, tey brúktu. Og tí harmast tey um støðuna hjá Arbeiðsmannafelagnum Framtíðini til sjónleikarafelagið.

Vit fingu ikki fatur á Kára Jacobsen, formanninum í Framtíðini, áðrenn blaðið fór til prentingar