- Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 prosent í mun til ein vøkstur á 13 prosent fyri alt landið, siga tey kommununi, har tey fegnast um góðu gongdina í fólkatalinum.

Sjóvar kommuna størsta fólkavøksturin í 10 ár

Størsti fólkavøkstur í Føroyum seinastu 10 árini hevur sambært Hagstovu Føroya verið í Sjóvar kommunu.

 

- Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 prosent í mun til ein vøkstur á 13 prosent fyri alt landið, siga tey kommununi, har tey fegnast um góðu gongdina í fólkatalinum.

Hagstova Føroya legði í vikuni út filmsbrot, har greitt varð frá fólkavøkstrinum í Føroyum seinastu 10 árini.

 

- Filmsbrotið endaði í Bygdahúsinum á Strondum, har sjóneykan varð sett á, hvar í Føroyum fólkavøksturin hevur verið størstur hesi árini.

 

Í Sjóvar kommunu fegnast tey um úrslitið, tí tað vísir nevniliga, at vøksturin hevur verið størstur í hesi kommununi.

 

- Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 prosent í mun til ein vøkstur á 13 prosent fyri alt landið, verður lagt aftrat.

 

Í Sjóvar kommunu búgva 1.200 fólk í fimm ymiskum bygdum, og tá vit hyggja eftir, hvussu nógv búgva í hvørjari av hesum bygdum, er úrslitið hetta: 

 

Strendur: 1.000 íbúgvar

Innan Glyvur: 89 íbúgvar

Selatrað: 43 íbúgvar

Kolbeinagjógv: 36 íbúgvar

Morskranes: 32 íbúgvar 

 

- Hetta halda vit er ein góð søga nú um vikuskiftið, og nevnda filmsbrot kann síggjast á Facebook-vanganum hjá Hagstovu Føroya, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

- Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 prosent í mun til ein vøkstur á 13 prosent fyri alt landið, siga tey kommununi, har tey fegnast um góðu gongdina í fólkatalinum.