Tað er gleðiligt at síggja, at Sjúrður Skaale heldur, at vit skulu hjálpa teimum neyðars ukrainum.
Uppskot hansara er, at vit skulu senda teimum 50 milliónir krónur. Hetta er 1,25 krónur í part til hvønn ukraina.
Sum er fáa Føroyar eina milliard um árið frá Danmark, sum hevur so illa ráð at hjálpa ukrainum, at tað nú umhugsar at avtaka dýra biðjudag fyri at fáa ráð at hjálpa.
Uppskotið hjá Sjúrða er gott.
Tað hevði bara verið enn betri at fingið Danmark at senda hesa milliardina, sum Føroyar fáa, til ukrainar í staðin fyri. So lótu vit teimum 25 krónur í part, og munur er á!
Zakarias Wang