Sjúrður og Anna fella ikki málið um dýra biðidag

– Tú kanst siga, at eg óbeinleiðis stuðli uppskotinum, men tað geri eg við góðari samvitsku

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

In.fo hevur í morgun spurt tey bæði føroysku fólkatingsumboðini, Sjúrð Skaale og Anna Falkenberg, um tey stuðla uppskotinum um taka av dýra biðidag.

Hóast sagt verður, at danska stjórnin er ein meirilutastjórn, so er hon ikki tað beinleiðis, tí teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir hava tilamans 89 tingsessir, og 90 skulu til at fáa meiriluta.

Men fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi stuðla stjórnini við sínum fýra atkvøðum.

Men Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg fara ikki at atkvøða í málinum. Tey verða clearað, sum merkir, at tey bæði ikki atkvøð, og at tvey umboð úr andstøðuni tí heldur ikki atkvøða. Soleiðis verða teirra atkvøður útlíknaðar og telja ikki við. Men tað tryggjar samstundis, at stjórnarflokkarnir hava meiriluta.

Sjúrður Skaale sigur, at um allir norðuratlantisku mandatarnir verða tiknir úr líkningini, so er meiriluti á fólkatingi fyri hesum uppskotinum.

– Tí verða tað ikki vit, sum avgera tað. Eg vænti ikki, at eg aktivt fari at atkvøða. Eg fari helst at verða “clearaður”. Tað merkir í stuttum, at eg ikki seti meg ímóti stjórnini. Tískil kanst tú siga, at eg, óbeinleiðis, stuðli uppskotinum, sigur Sjúrður Skaale.

– Og tað geri eg við góðari samvitsku, sigur hann, tí: 

1) Tað er meiriluti millum limir, valdir í Danmark, fyri at fremja hetta. 

2) Eg havi í sambandi við samgongusamráðingarnar gjørt eina góða avtalu við stjórnina, sum m.a. hevur við sær, at Føroyar verða tiknar nógv meira við í trygdarmál. Hetta var avgerandi fyri Javnaðarflokkin í valstríðnum. 

3) Danmark fer – eins og onnur NATO-lond – at taka væl størri verjupolitiska ábyrgd, og at økja verjuútreiðslurnar við 18-20 milliardum um árið, soleiðis at samlaðu útreiðslurnar verða umleið 55 milliardir um árið. 

Sjúrður Skaale vísir á, at tað at Danmark tekur hesa ábyrgd gagnar okkum.

– Men tað skal fíggjast. Og hetta er ein máti at fíggja tað uppá. Eg kann illa siga JA til at Danmark tekur størriu verjupolitiska ábyrgd, og samstundis siga NEI til henda partin av fíggingini. 

4) Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at verjuútreiðslur Føroya eru 0 krónur. Og vit hava onga herskyldu, vísir Sjúrður Skaale á.

Anna Falkenberg, fólktingskvinna fyri Sambandsflokkin er púra samd við Sjúrði Skaale.

Hon sigur, at hon stuðlar uppskotinum

– Eg stuðli tí og eri samd ið tí Sjúrður skrivar, sigur hon.

– Vit eru altíð clearað í málum,l sum ikki eru galdandi fyri Føroyar, sigur Anna Falkenberg.