Sjúrður spyr norsku stjórnina um olju til russisk skip

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur umvegis Norðurlandaráðið sett norsku stjórnini spurningar, sum snúgva seg um oljuveiting til russisk skip, sum ikki longur sleppa at keypa olju í Føroyum

 

Til norsku stjórnina

Skrivligur spurningur um veiting av olju til russisk fiski- og farmaskip á opnum havi:

 

»Til norsku stjórnina

 

Føroyar hava eina 46 ára gamla fiskivinnuavtalu við Russland, og russisk skip hava tí í fleiri ár nýtt føroyskar havnir og keypt vørur og tænastur. Hetta virksemi er vaksið síðstu árini.

Men fyri at sleppa undan, at Føroyar gerast ein »hubbur« fyri russiskt virksemi í norðuratlantshavi og fyri at sleppa undan at standa sum eitt land, sum búskaparliga ger sær dælt av avgerðini, sum grannalondini hav tikið viðvíkjandi russiskum skipum, kom ein nýggj kunngerð í gildi 12. juli. Í donsku umsetingnini eitur hon “Bekendtgørelse

nr. 89 fra 6. Juli 2023 om ændring i bekendtgørelse om begrænsende tiltag i

forbindelse med angreb imod Ukraine (Hærdede regler om havnestængsel).”

Nýggja kunngerðin viðførir, at russisk fiskiskip, sum ikki eru beinleiðis knýtt at fiskiveiðuavtaluni frá 2023 millum Føroyar og Russland, ikki longur kunnu koma í føroyskar havnir.

Síðani kunngerðin kom í gildi, er hon sett í verk, er virksemið við russiskum skipum í Føroyum minkað nógv. Avgerðin hevur eisini ført til hóttanir um avleiðingar frá russiskari síðu.

Nú er tó nakað, sum bendir á, at onnur vinna pening upp á avgerðina. Í frágreiðingini  "Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til

2023" (”Det russiske fiskeri i Irmingerhavet, færøsk og internationalt farvand”) sum felagið ”Fishfacts” almannakunngjørdi 14. juni 2023, verður víst á, at russisk fiskiskip als ikki als ikki bunkraðu á opnum havi í eitt nú Irmingarhavinum fyri russisku innrásina í Ukraina. Talið fyri 2021 var sambært frágreiðingini 0. Síðani er tað tó sambært frágreiðingini hent regluliga – og tað eru norsk oljuskip, sum sigla út til russisku skipini við olju.

Frágreiðingin bendir altso á, at nøkur av russisku skipunum, sum bunkraðu í Føroyum áðrenn føroyska avgerðin kom í gildi 12. juli, nú fáa olju frá norskum skipum. 

Tað verður nevnt beinleiðis í “Sanksjoner som svar på Russlands militære aggresjon mot Ukraina – veileder for næringslivet” á heimasíðuni hjá norsku stjórnin, at royndir at sleppa uttan um reglurnar eisini skulu metast sum brot á regluverkið. Tað stendur nú, at ”Levering eller overtagelse av varer i norsk/russisk/tredjelandsfarvann kan anses som forsøk på omgåelse av havneforbudet.”

Við hesum grundarlag verður hesin spurningur settur Fiskeri- og havminister Bjørnar Sel-

nes Skjæran:

– Kann ráðharrin vátta, um tað er faktuelt rætt, at norsk oljuskip hava veitt olju til russiski fiski- og farmaskip á opnum havi eftir 24. februar 2022, og um so er um hetta virksemið er økt síðani 12. juli 2023?

– Kann ráðharrin upplýsa talið av norskum og russiskum skipum, sum eru við í handlinum, um hann fer fer fram, og hvussu stórar nøgdir talan er um?

– Hevur ráðharrin ætlanir um at kanna, um nakrir av »listaførdu« persónunum í hesum reiðaríum, sum sambært umrøddu frágreiðing fáa veitta olju frá norskum skipum?

– Um so er, at norsk oljuskip veita olju til russisk skip í norskum ella altjóða sjógvi har »listaførdir« personar eru íblandaðir, er hetta so brot á norsku tiltøkini um tiltøk ímóti Russlandi og russiskum aktørum?

– Kann ráðharrin upplýsa, um umrøddi handil kann sigast at vera brot á reglarnar?

– Kann ráðharrin upplýsa, um norska stjórnin, um handilin vísir seg at vera lógligur, hevur ætlanir um at stramma kunngerðina fyri at sleppa undan, at handilin kann fara fram?

 

Keypmannahavn, 11. oktober 2023

Sjúrður Skaale (S)