Tað er ikki á hvørjum degi, at skipað verður fyri skíðkapping her á landi. Klaksvíkingar plagdu at skipa fyri skiðkappingum, men nú eru tað liðin 10 ár, síðani seinasta kappingin varð hildin.
Farnu vikuna hevur tjúkkur kavi ligið í Klaksvík, og sunnudagin vóru líkindini so góð, at Klaksvíkar Skíðfelag aftur skipaði fyri eini kapping. Kappast var bæði á skíðum, á kavafjøl og í sletu.
Bæði vaksin og børn kappaðust, og samanlagt vóru eini 70 luttakarar við í teimum ymsu kappingunum.
Nógvir áskoðarar
Skíðkappingin var høvuðskappingini, og har var kappast í fleiri bólkum kvinnur, menn og dreingir og teir flestu luttakararnir vóru í kappingini hjá monnum.
Mogens Petersen vann kappingina hjá monnum, Jóan Magnus Johannesen varð nummar 2 og Jan B. Andreassen var nummar 3.
Hjá kvinnum var Fríðunn Steinberg, hjá eldru dreingjunum vann Hans Jacob Joensen, og hjá teimum yngru vann Rói Clementsen.
Nógvir áskoðarar vóru til skíðkappingina, og teir savnaðust við málið, sum varð niðast á Langubrekku á Hædd. Skíðararnir byrjaðu á Hálsi, og tann skjótasti kláraði teinin upp á 2,34 minuttir.