Skála aftur eitt stig

1.DEILD: Fyri 10. ferð í ár var Skála partur av javnleiki, tá ið B36 vitjaði

Tað endaði 2-2, tá ið teir næstbestu hjá Skála seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

Skála var frammanfyri 1-0 og 2-1, men B36 svaraði báðu ferðirnar aftur.

Skála hevur spælt seytjan dystir og vunnið 16 stig. Hetta var 10. ferðin hjá Skála í ár, at tað endaði javnt. B36 hevur 17 stig.

Andreas Egeberg Jacobsen legði heimaliðið framum, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir eftir fríspark frá Leivi Zachariassen. Sjey minuttir seinni javnaði B36. Eftir fleiri ferðir aftur og fram sendi Niels Johnsson bóltin í málið.

Jan Ingason Hansen legði Skála framum aftur, tá ið ein tími var farin. Andreas Egeberg Jacobsen legði innfyri, og ein minutt eftir, at hann varð skiftur inn, skoraði Jan Ingason Hansen.

Seks minuttir seinni javnaði B36 til 2-2. Árni G. Nielsen sendi fríspark innfyri úr høgru, og við handara stólpa skoraði Mathias Thomsen.

Millum teir fyrstu hjá B36 vóru Gilli Samuelsen, Hugin Samuelsen og Brian Jakobsen, sum undan hesum kappingarárinum flutti av Skála og til B36, har hann síðstu ferðirnar ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum.

Bjarni í Selvindi vardi fyri fyrstu ferð málið á næstbesta liðnum hjá Skála, har Andreas Egeberg Jacobsen var tann einasti, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum.