TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein aftaná Skála hevði tapt 0-2 ímóti B36 í fjórðingsfinaluni ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Eyðun Klakstein iðrar seg um, at Skála kom afturúr við einum sjálvmáli tá bert tríggir minuttir vóru farnir av dystinum, og eitt korter seinni var støðan 2-0 til B36.
Eyðun Klakstein er tó fegin um, at liðið fótaði sær aftaná 2-0 málið hjá B36, og verjan hjá Skála fekk væl betri tak á dystinum, og fekk fótað sær aftaná fyrsta skelkin.
Nú hevur Skála fokus á at gera tað betri ímóti B36 á sama vølli um tríggjar dagar. Tá verður talan um landskappingardyst.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER
HER ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá B36.