Skála heldur stílin

Mikukvøldið varð setningurin lættari, enn roknað varð við ímóti sandoyingum, sum kendust vera illa trimmaðir til avbjóðingina

Fótbóltur

 

Skála hevur funnið seg sjálvt. Eftir fýra trilvandi og stigaleys umfør hevur tað seinastu hálvu aðru vikuna gingið við stórari ferð rætta vegin. Eftir sigur í Gøtu og í Vági vórðu mikukvøldið trý stig afturat tveitt upp í rúgvuna.

Sandoyingar fóru í góðveðrinum seint mikukvøldið um Skopunarfjørð við ongum. Hetta var triðja ferðin, at teir vóru av oynni í Formula ørindum, og hetta var fyrsta ferðin, at teir einki fingu burturúr.

Viðhvørt plagar at verða sagt, at tað ofta hilnast illa á útivølli, tá ið tað verður spælt yrkakvøld. Orsøkin sigst vera, at fyritreytirnar hjá útiliðunum ikki eru góðar, tá ið spælararnir hava verið til arbeiðis fyrrapartin og síðani skulu skunda sær meiri enn tað er neyðugt í vikuskiftinum við ferðingini og fyrireikingunum.

Hvør orsøkin var ella ikki var, so stóð avrikið hjá B71 á Skála á ongan hátt mát við avrikini, sum teir undanfarnu vikurnar hava víst á útivølli. Teir høvdu ikki rætta hugburðin við sær, teir taptu nærdystirnar, vóru oftast ov seinir á returbóltunum, og tá ið teir royndu at varðveita bóltin og samanspæla, vóru flytingarnar ikki nógvar, og neyvleikin var lítil.

 

Spæligleði og sjálvsálit

Fyri triðju ferð hevði John Petersen ábyrgdina av Skála liðnum, og fyri triðju ferð fóru John og hansara undirsáttar av vøllinum við fullari úrtøku.

Uppstillingin var tann sama, sum hon hevur verið hinar báðar ferðirnar. Tað vil siga, at Pauli G. Hansen og Bogi Gregersen ikki komu á vøllin fyrrenn miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tað vil eisini siga, at Hans Jørgensen enn eina ferð fekk møguleikan ímillum stólparnar, og at ungi málverjin framvegis eigur óhugaliga partin av málmansyrkinum – at fara í meskarnar eftir bóltinum – til góða.

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur Skála vunnið níggju stig, og samlaði málmunurin er 6-0!

Avrikið hjá heimaliðnum var eyðkent av, at spælararnir hava rætta hugburðin, at teir arbeiða væl saman sum lið, og at tað, at teir hava flutt seg burtur frá djúpa og næstan vónleysa aldudalinum, hevur givið teimum sjálvsálitið at brúka góðu evnini, sum teir hava víst undanfarnu árini.

2-0 sigurin var rudduligur. Skála stýrdi støðugt spælinum. Um talan var um veikleika hjá heimaliðnum, so var hann, at tað´ikki eydnaðist at fáa fleiri mál.

Vinstri vongverjin Arnhold Berg, sum tykist vera rættuliga komin fyri seg eftir at hava verið skaðaplágaður í fleiri ár, stútaði til 1-0 stutt undan steðginum. Sentrali miðvallarin, Levi Hanssen, sendi frísparksinnlegg úr vinstru, bólturin varð stýrdur upp á tvørs aftur, og Arnhold stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

Lítið korter var farið av 2. hálvleiki, tá ið liðformaðurin, Alexandur Johansen, sum eisini tykist vera komin seg heilt, eftir at hann leingi hevur verið skaðaplágaður, økti til 2-0. Sentrali miðvallarin Pætur Dam Jacobsen varð feldur í brotsteiginum, og liðformaðurin var tryggur úr ellivu metrum.

B71 var verjukent í útgangsstøðu, og tað varð einki øðrvísi, eftir at heimaliðið hevði fingið mál. Clayton Soares varð hildin í stuttum tjóðri av Rúna Rasmussen og Milic Curcic, og B71 royndirnar ímóti Skála málinum kundu væl og virðiliga teljast á aðrari hondini.