Undan dystinum á Svangaskarði millum Eysturoyarliðini, B68 og Skála, mundi fáur vænta, at Skála-kvinnurnar kundi gera nakað við heimaliðið, men so skuldi ikki vera.
Skálakvinnur vóru bæði á odda 1-0 og 3-2, og vóru tær óhepnar at fara av aftur Toftum við ongum stigi.
Onkur hevði á máli, at um kvinnurnar av Skála høvdu havt størri royndir við 1.deildarfótbólti, so høvdu tær hildið fast um 3-2 leiðsluna.
Oddva gjørdi munin
Av Toftum verður sagt, at leikferðin var høg, og talan var um ein góðan kvinnudyst. Heimaliðið hevði valt at byrja dystin uttan Oddvu Kristiansdóttir, tí hon hevði lítlan skaða at dragast. Oddvá kom ikki á vøllin, fyrr enn farið var undir seinna hálvleik, og tá fekk dysturin eina aðra gongd.
Spælið hjá heimaliðnum hekk als ikki saman í fyrra hálvleiki, og tær høvdu torført at fylgja við ungu og fótfimu Skála-kvinnunum.
Skála hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki, har tær spældu seg fram til fleiri málmøguleikar. Heili fimm mál komu í fyrra hálvleiki- B68 fekk tvey og Skála trý.
Málini í fyrra hálvleiki fyri B68, skutu Hansy Davidsen og Majbritt Olsen. Málini hjá Skála skutu Jóna Petra Thomsen, Poula D. Olsen og Elin Jacobsen.
Í seinna hálvleiki lá betri fyri hjá toftakvinnum. Eftir at, Oddvá Kristiansdóttir varð sett á vøllin, og fekk heimaliði meira glið á spælið. B68-kvinnurnar spældu seg fram til fleiri møguleikar, og vóru eisini óhepnar við fleiri royndum á Skála-málið. Tvær reisur í seinna hálvleiki bjargaði tvørstongin Skála.
B68-trýstið gav eisini úrslit, tí í seinna hálvleiki fingu tær tvey mál aftrat, sum varð nóg mikið at tryggja teimum sigurin. Málið til 4-3 kom ikki fyrr enn tveir minuttir fyri leiklok, so uppflytarnir av Skála vóru óhepnar ikki at fáa nakað stig við sær. Málini hjá B68 í seinna hálvleiki fingu Anna Malena Højgaard og Hansy Davidsen.
Vóna at fáa heiðursmerki
Av Toftum eru tey fegin um sigurin, men leggja dent á, at Skála avgjørt er eitt lið, ið ikki skal undirmetast. B68-venjarin, Hermann Jacobsen, var bilsin av avrikinum hjá útiliðnum, og hann er ikki í iva um, at Skála fer at arga fleiri lið í landskappingini í heyst.
Spurdur um hvat hann væntar av B68-liðnum í ár, svaraði Hermann, at hann vónaði at fáa heiðursmerkið, men enn var ov tíðliga at spáa um nakað.
Dysturin í tølum:
B68-Skála 4-3 (2-3)
0-1 Jóna Petra Thomsen
1-1 Hansy Davidsen
2-1 Majbritt Olsen
2-2 Poula D. Olsen
2-3 Elin Jacobsen
3-3 Anna Malena Højgaard
4-3 Hansy Davidsen