Skála nýggjan spælara og hjálparvenjara

Tað hevur verið stór útskifting á Skála, har nýggjur spælari og hjálparvenjari er komin til

Niels Pauli Danielsen hevur gjørt sáttmála við Skála fyri komandi kappingarár. Miðvallarin hevur í ár verið partur av liðnum hjá ÍF, sum flutti niður.

 

Eisini er greitt, at Rúni Rasmussen verður nýggjur hjálparvenjari. Hann spældi við Skála í gyltu árunum fyrst í hesi øldini. Hann verður partur av venjaratoyminum hjá Eyðuni Klakstein, sum er nýggjur venjari hjá Skála.

 

Tað hava verið rímiliga nógvar broytingar á Skála síðani kappingarenda. Spælarar sum Mamuka Torondjaze, Valerian Iobashvili, Hákun Edmundsson, André Olsen og Jann Martin Mortensen eru ikki við komandi ár, meðan tað er óvist um Andras Gango heldur fram at spæla, meðan Michal Przybylski ikki hevur longt sáttmálan enn, og eri í samráðingum við onnur feløg.

 

Til felagið eru komnir Ahmed Mujdragic, Haraldur Højgaard og nú Niels Pauli Danielsen, meðan Eyðun Klakstein er nýggjur venjari, eftir at Pauli Poulsen er farin til 07 Vestur.