Skála nærkast 2. deild

Fótbóltur, 3. deild: Skála tók enn eitt stig nærri uppflytingini til 2. deild, meðan KÍ mestsum hevur givið skarvin yvir

Tað kann ikki annað sigast, enn at tey, sum hanga eftir og eisini fáa 3. deildardystirnar við, eftir at 1. deild hevur spælt, síggja nógv mál. Hesa ferð vórðu 33 mál gjørd í fimm dystum, og hóast tólv komu í einum dysti ? B36 vann 10-2 ímóti KÍ í Gundadali ? so vórðu nógv mál skotin í hinum dystunum. Trý komu í oddauppgerðini í Fuglafirði og ímillum tey niðaru staddu FSV og VB, sum spældu í Sørvági, sjey komu á Sandi, og seks mál komu í eysturoyaruppgerðini, sum var í Sarpisgerði í Gøtu.

Støðutalvan sigur okkum, at nú er Skála uppaftur nærri 2. deild, enn teir vóru fyri einari viku síðani. Munurin er øktur til tíggju stig, og hini liðini hava eitt umfar færri at fáa oddaliðið aftur í. Nú skal eingin kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, men verður gongdin tann, sum hon hevur verið higartil, so er tað nógv, sum bendir á, at Skála flytir upp í 2. deild, áðrenn august verður liðugur ella í seinasta lagið sunnudagin 6. september, tá 15. umfar er leikt, og Skála hevur havt vitjan av botnliðnum úr Klaksvík, sum higartil er einasta liðið, ið hevur vunnið á oddaliðnum. Men nú fáa vit at síggja


GÍ-B68 3-3 (3-1)

Toftamenn løgdu ágangandi fyri, og teir vóru fleiri ferðir tætt við at fáa mál fyrsta korterið. Men teir fingu sum vátan vøtt, tá GÍ skoraði í sínum fyrsta álopi, og so fingu liðini eitt stig í part ? akkurát sum tey fingu í 1. deild.

Tólv minuttir vóru farnir, tá Kim Petersen úr 30 metrum sendi dygst undir samankomingina. Fýra minuttir seinni javnaði Jan Joensen, tá hann stútaði hornasparksinnlegg úr høgru í kassan.

Fyri hálvleik sá út til, at John Petersen eftir lítlari løtu avgjørdi. 38 og 44 minuttir vóru farnir, tá hann mitt fyri skoraði. Í seinna førinum stóðu tríggir verjuspælarar og hugdu at.

Støðan helt sær til eitt korter restaði. Jan Joensen stendur skrásettur fyri fyrra málið, men gøtumenn vilja halda, at teir áttu nógv í tí. Síðsta málið stútaði Aksel Højgaard eftir innlegg úr høgru. Tá vóru átta minuttir eftir.


ÍF-Skála 1-2 (1-1)

Fuglfirðingar høvdu ætlanir um at hava øll stigini eftir, tá oddaliðið fór aftur um varmakeldueið, men tað miseydnaðist, og tað iðra teir í Fuglafirði seg um, tí teir høvdu nógvar møguleikar ? serliga síðsta hálva tíman.

Tað vóru ikki farnir tveir minuttir, tá Hergeir Eldevig setti hol á fyri heimaliðið. Skála fekk ikki bóltin burtur eftir fyrsta álopið, Jákup Baldvinsson fekk hann út í vinstra borð og legði innfyri, og so var mál.

Skála javnaði, tá 25 minuttir vóru farnir. Pauli Højgaard, málverjin hjá Skála, skoraði ? í besta Jákup Mikkelsen stíli! ? uppá brotsspark.

Seinna umfarið var bara tríggjar minuttir gamalt, tá Bent Djurhuus, sum er komin á liðið, nú Alexander Johansen er farin til skips, skoraði sigursmálið. Verjan hjá ÍF var skjøtisleys við temjingini, og so var skálamaðurin leysur.

Og so var tað, at heimaliðið trýsti, men Pauli Højgaard var sera tryggur sum aftasti skansi.


B36-KÍ 10-2 (1-2)

Tá talan er um triðji besta liðð hjá báðum feløgunum er tað ofta eitt sindur tilvildarligt, hvør mannar liðið. Klaksvíkingar tykjast hava givið skarvin yvir, og skal nakar spenningur knýtast at teirra avrikum, so má tað vera, hvussu skjótt málini, ið eru farin ígjøgnum hjá teimum, fara upp um tey hundrað!

Spælararnir hjá hinum liðunum brúka ofta dystirnar ímóti KÍ at gera eitt orduligt lop móti máltindinum í.

Tá tað var hálvleikt bendi einki á, at B36 skuldi vinna stórt. Teir fingu hol á, tá 17 minuttir vóru farnir, men KÍ svaraði aftur eftir 18 og 20 minuttir, og so kom einki mál aftur fyrrenn eftir 51 og 62 minuttir, tá B36 legði seg framum. Men so gekk skjótt, og heimaliðið skoraði eftir 78, 79, 85, 86, 87 og 88 minuttir.

Tað vóru Jón Brekku og Tórarin Hentze, sum vóru málslúkirnir hesa ferð og lupu um bukk um nógvar aðrar á málskjúttaralistanum.


B71-VB 5-2 (1-2)

B36 skuldi døma, men teir møttu ikki. At dómarin ikki møtir frætta vit er ikki óvanligt í 3. deild. Sandoyingar siga, at tá teir vóru í Gundadali og skuldu spæla ímóti HB møtti dómarin heldur ikki. Tá var tað eisini B36, sum skuldi døma.

Hesa ferð samdust liðini um, at Valdemar Nowisci skuldi døma, og tað gekk upp á stás. Serliga hjá HB ? í hvussu so er fyrstu løtuna, tá teir í handavending komu á odda 2-0, men so dovnaðu teir. Evnunum bilar ikki, men venjingarstøðan og fyrireikingarnar til dystin mundu vera so sum so.

Beiggi til dómaran, hann eitur Darek Dabek, minkaði um munin stutt fyri hálvleik, tá hann fór ígjøgnum í høgru.

Árant Løkja javnaði beinanvegin í 2. hálvleiki, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur heimasigurin fór at vera. Eftir 50 minuttir sneiddi Petur Petersen málverjan av, áðrenn hann skoraði, Róin Clementsen stútaði hornasparksinnlegg til 4-2, og Eirkur Poulsen staðfesti við brotssparksmáli eitt korter fyri leiklok.


FS Vágar-VB 1-2 (0-1)

Vágbingar komu til Sørvágs við tíggju monnum. Teir vórðu kroystir mesta partin av tíðini, men alíkavæl vunnu teir. Og tað var einum manni, sum eitur Egil Steintórsson, fyri at takka. Hann var einsamallur á toppinum, og tað eru framvegis mál í honum. Eftir einmansavrik skoraði hann til 1-0, tá átta minuttir vóru farnir, og fimm minuttir fyri leiklok, tá heimaliðið leingi hevði trýst fyri at fáa sigursmálið, slerdi hann til aftur.

53 minuttir vóru farnir, tá miðvallarin Jónfinn Thomasen javnaði til 1-1.


3. deild

11. umfar

GÍ-B68 -3 (3-1)

1-0: Kim Petersen

1-1: Jan Joensen

2-1: John Petersen

3-1: John Petersen

3-2: Jan Joensen

3-3: Aksel Højgaard

ÍF-Skála 1-2 (1-1)

1-0: Hergeir Eldevig

1-1: Pauli Højgaard br

1-2: Bent Djurhuus


B36-KÍ 10-2 (1-2)

1-0: Jón Brekku

1-1: Finn Johannesen

1-2: Hans M. Christiansen

2-2: Bárður Olsen

3-2: Bjørn Thorsteinsson

4-2: Jón Brekku

5-2: Bárður Olsen

6-2: Tórarin Hentze

7-2: Johnny Durhuus

8-2: Tórarin Hentze

9-2: Jón Brekku

10-2: Tórarin Hentze


B71-HB 5-2 (1-2)

0-1: Jákup Danielsen

0-2: Eyðun Mylnan

1-2: Darek Dabek

2-2: Árant Løkjá

3-2: Petur Petersen

4-2: Róin Clementsen

5-2: Eirikur Poulsen br


FS Vágar-VB 1-2 (0-1)

0-1: Egil Steintórsson

1-1: Jónfinn Thomasen

1-2: Egil Steintórsson


Støðan

Skála11 10 0 1 41-14 30

GÍ11 6 2 3 43-36 20

ÍF11 5 2 4 38-29 17

VB11 5 2 4 23-20 17

B3611 4 3 4 35-27 15

B6811 4 3 4 30-22 15

B7111 4 3 4 20-25 15

FSV11 4 1 6 36-32 13

HB11 3 2 6 39-35 11

KÍ11 1 0 10 25-69 3