UPPTAKT
Talan er um rættuligt tak, tá ið Skála í morgin skal út í Runavíkina. Skála er framvegis oddalið, men úrtøkan hevur ikki verið so stór eftir summarsteðgin, sum hon var undan summarsteðginum. Í seks dystum hevur Skála fingið tólv stig, og málmunurin er 14-6. Tvær tær seinastu ferðirnar hava teir spælt javnt málleyst í Klaksvík og 1-1 á heimavølli móti HB.
Í orðsins sanna týdningi hevur tað seinastu vikurnar haltað eitt sindur á Skála. Bjarni Jørgensen hevur verið saknaður, og tað verður hann eisini í morgin. Hann hevur framvegis so mikið stórar skaða trupulleikar at dragast við, at hann ikki fær vant við fullari ferð. Teir hava vónað, at Alexandur Johansen skuldi hjálpa til nú fram móti kappingarenda. Hann spældi í Klaksvík, men hann var ikki við móti HB, og hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu í Runavík.
Fótbóltsprátið er øgiligt á Skála, og tað fara maður og kona av húsi og út til Runavíkar seinnapartin í morgin.
- Um vit skulu varðveita oddasessin, so mugu vit syrgja fyri okkum sjálvum. Tí fara vit, soleiðis sum vit altíð gera tað, eftir sigrinum móti NSÍ, siga teir á Skála, sum aftur hesa ferð fara at hava Eugen Voda í málinum.
Tá ið Skála í 9. umfarinum 16. mai var í Runavík, vann NSÍ 1-0. Tá ið NSÍ í fimtanda umfarinum 2. juli var á Skála vann heimaliðið 3-1.
Hava tryggjað sær fólkið
Í Runavík løgdu teir hóskvøldið seinastu hond á fyrireikingarnar til stórdystin í Runavíkar kommunu. Inntil fyri stuttum høvdu teir frí mikukvøld og vandu fríggjakvøld. Seinastu vikurnar hava teir vant mikukvøld og hildið frí fríggjakvøld.
Hóskvøldið var lítið hátíðarhald. Tað var í sambandi við, at heimasíðan nsi.fo sum ikki hevur verið á skránni í ár, nú er komin fyri seg aftur og í nýggjum hami. Samstundis vórðu sáttmálar undirskrivaðir við fleiri av spælarunum, sum hava bundið seg at spæla við NSÍ næsta ár. Millum hesar eru Jens Martin Knudsen, Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Christian Høgni Jacobsen, Jónstein Petersen, Jústinus R. Hansen, Helgi L. Petersen, Hjalmar Dalbúð, Tórður Thomsen og Andy Olsen. Tað er eisini greitt, at Trygvi Mortensen heldur fram sum venjari, og at Bogi Lervig eisini næsta ár verður hjálparvenjari í Runavík.
Í teimum seks dystunum síðani summarsteðgin hevur NSÍ fingið eitt stig meiri enn Skála. NSÍ úrtøkan hevur verið trettan stig við málmuninum 15-11.
Tá ið teir sunnudagin vunnu 5-1 í Gøtu var døkki bletturin, at miðvallarin Kári Hansen tíðliga noyddist skaddur av vøllinum. Nøsin var brotnað í tveimum støðum, og tað verður ikki mett serliga sannlíkt, at veteranurin verður førur fyri at spæla nakað serligt afturat í ár. Allir hinir, sum vóru við í stórsigrinum, eru tøkir.
- Skála hevur ógvuliga gott og væl skipað lið. Avbjóðingin hjá okkum er stór, men vit halda okkum vera væl fyri, og vit fara at gera okkara ítarsta. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka í morgin og í samlaðu uppgerðini eftir 27 umfør, siga teir í Runavík.