Í morgin verða tað tvær vikur síðani, at HB tryggjaði sær FM heitið. Nú er málið at taka stigametið. B36 eigur metið, sum er 67 stig.
HB hevur 64 stig. HB hevur vunnið síðstu átta ferðirnar við málmuninum 21-4. Um tað seinnapartin á Skála eydnast at vinna níggjunda sigurin á rað, fer HB at leggja seg stavn um stavn við B36 í kappingini um metið.
Skála hevur í hesum kappingarárinum vunnið stig frá trimum av teimum fimm ovastu. Á heimavølli sigur og javnleikur ímóti KÍ og á útivølli javnleikir ímóti NSÍ og Víkingi. Ímóti stóru feløgunum í høvuðsstaðnum hevur Skála einki stig vunnið.
Í dag er nýggjur møguleiki eftir vónbrotið, sum tað var at tapa 2-1 í Trongisvági síðsta sunnudag.
Jákup Jakobsen, sum er álit í miðverjuni, er leikbannaður.
Hjá HB er Tróndur Jensen skaddur. Tríggir spælarar eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir, tá ið tað á Eiði endaði við 3-0 sigri. Teir eru Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen og Dan í Soylu.
Tveir ungir spælarar vóru fyri fyrstu ferð á HB liðnum síðsta sunnudag í Hólmanum á Eiði. Teir eru 18 ára gamli Tormóður Djurhuus og 17 ára gamli William Emil Klein.
12. apríl vann HB 3-0 á Skála, og 5. august fór Skála úr Gundadali við 2-1 tapi.