Skúlabørnini virða umhvørvið

Skúlabørnini í Hósvík løgdu týskvøldið fram úrslitið av evnisviku, tey hava havt um umhvørvi.Tey halda, at tey vaksnu kundu farið betur um, og onkrar spískar viðmerkingar vóru eisini latnar av

Umhvørvi

Hósvík:
Tey hava havt evnisviku um umhvørvi, skúlabørnini í Hósvík. Á samkomu í skúlanum týskvøldið varð úrslitið lagt fram, og har vóru viðmerkingar til teir stóru hósvíkingarnar fyri ikki altíð at ganga nóg væl um.
Væl meira verður gjørt við at kunna um umhvørvið og vandan við at fara óvandaliga um tað, enn gjørt varð fyri bara nøkrum fáum árum síðan. Serliga gleðiligt er tað, at skúlarnir taka við, tí tá børnini læra álvaran í at halda umhvørvið reint, fara tey eisini at minnast tað, tá tey eru vaksin, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, sum hevur verið við til at tikið stig til umhvørvisvikuna í Hósvíkar Skúla.
At børnini taka tað í álvara, var eingin ivi um, tá úrslitið varð lagt fram í skúlanum týskvøldið. Fleiri leikir, tey høvdu gjørt, uppsetingar av ymsum, tey høvdu savnað saman, og ein frálík ljósmyndarøð, sum vísti gongdina í verkætlanini, var nakað av tí, sum var at síggja.

Góð undirtøka
Skúlastovan er stúgvandi full hetta góðveðurskvøldið í juni. Eitt tekin um, at her eru bæði foreldur, ommur og onnur, sum hava áhuga í at síggja tað, børnini hava gjørt.
Tað byrjaði við eini frágreiðing frá fyrstalæraranum, áðrenn triðji flokkur slapp at spæla ein dukkuleik, tey høvdu gjørt um tað at dálka.
Tað var reingin ivi um, at tey halda, at tá tú fert ein túr í kioskina, eigur tað, sum blakað verður burtur, at koyrast í ruskílatið heldur enn á vegin, sum vit so ofta síggja, hóast stutt mangan er millum ruskíløtini.
Fyri stuttum hevur almennur ruddingardagur verið í Hósvík, og tað varð nevnt nakrar ferðir undir tiltakinum, at ivaleyst hevur onkunstaðni verið gingið í linligara lagi frá ruddingini hendan dagin, tí nógv rusk var at finna, eitt nú á sandinum, ikki meira enn eina viku eftir ruddingardagin.
Tó skal sigast, at tað meira enn so kann vera slíkt, sum rikið er upp á ferð suður ella norður gjøgnum Sundalagið.
Eins og smærru børnini høvdu sín dukkuleik, høvdu tey størru børnini eisini sínar leikir, sum allir greitt vístu til umhvørvistilvitan. Fleiri leikir heldur enn ein, umframt at tey endaðu við einum umhvørvissangi, tey sjálv høvdu gjørt.
Høvuðsleikurin var tann um, hvussu ruskið skal skiljast, har tey á sera einfaldan og viðkomandi hátt vildu læra hósvíkingar og annað gott fólk, sum saman var komið, hvussu ymiska ruskið skal flokkast.
Fýra næmingar, ílætnir teir tríggjar ruskposarnar, gráa, hvíta og grøna, eins og ein, sum latin var í ein kompostkassa, vórðu settir upp við talvuni, hagar ein ruddingarmaður so kom við eini trillubøru við ruski, hann hevði funnið á sandinum. Stutt sagt allan møguligan lort.
Tapð gekk eitt sindur striltið hjá ruddaranum at finna røttu posarnar,at koyra í. Men við góðari hjálp frá posunum sjálvum, fekk hann at vita, hvat skuldi í hvønn posan, og at lívrunnið burturkast sum súreplaskrokkar og bananskøl kundu fara í kompostkassan. Tí, sum sagt varð: Av mold ert tú komin, og at mold mold skalt tú verða.
Soleiðis at fáa skorið út í papp, hvussu flokkast skal, átti eisini at fingið tey eldru, sum kanska ivast eitt sindur, at sæð, hvussu lætt tað í veruleikanum er at skilja rusk.

Myndarøð
Tiltakið endaði við áhugaverdari ljósmyndarøð, sum vísti gongdina í evnisvikuni um umhvørvi.
Tey høvdu tikið myndir og sett saman á teldu, sum so aftur varð víst á skíggja í stovuni.
Og her var ymiskt, sum eigur at fáa fólk at hugsa seg um. Tí tey vóru bersøgin, hesi ungu fólkini, sum verið høvdu runt í bygdini og funnið slíkt, sum gipsað varð, tá almenni ruddingardagurin hevði verið stutt frammanundan.
Til dømis var ikki einki gjørt burtur úr, at onkur hevði grivið eitt gamalt jarvask úr einumhvørjum kjallara, niður. Hetta høvdu tey funnið, tí ikki var nóg væl tyrvt. Og tað hildu tey vera burturvið, soleiðis at royna at sneiða sær undan at rudda ordiliga.
Vaskið varð grivið uppaftur og víst fram í myndarøðini, og henda kann, at onkur í fjøldini kanska kendi seg eitt sindur raktan.
Vitjað hevur eisini verið ymsastaðni. Bæði í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Og sum vera man, er Vestmanna altíð á skránni, tá um umhvørvið ræður.
Eisini aðrar bygdir høvdu fingið vitjan av gløggu myndatakarunum úr Hosvík, og har varð víst á ymiskt. Bæði slíkt, teimum dámdi, og slíkt sum als ikki fall í góða jørð.
Einastðani var viðmerkingin í myndatekstinum beinleiðis, at tað, sum víst varð, var ljótt. Stutt og kontant.
Vitjanin á endurvinningarstøðin hjá IRF í Leirvík hevði millum annað við sær, at tey fóru at endurvinna pappír úr gomlum avísum. Og tað hevði eftir tí at døma, sum víst varð fram, gingið rættiliga væl.
Børnini høvdu hugnað sær óført, skiltist aftan á tiltakið, og ikki er at ivast í, at tey eisini hava givið øðrum okkurt at hugsa um, næstu ferð, ruskspannin skal tømast.