Skálaberg afturkomin

- Fiskiskapurin hendan túrin hevur verið brúkiligur, sigur reiðarin, Hanus Hansen

Fiskivinna

Flakatrolarin, Skálaberg, er komin aftur av túri.
Teir hava roynt í Barentshavinum, har teir hava verið bæði í russiskum og norskum sjógvi.
Skálaberg fór av Klaksvík, 1. desember, og nú teir eru aftur, hava teir umleið 650 tons inni.

Brúkiligur túrur
Í samrøðu við Norðlýsið, sigur reiðarin, Hanus Hansen, at hesin túrurin hevur verið brúkiligur.
- Veiðan verður løgd upp í Klaksvík, og ætlandi fer Skálaberg nýggjan túr aftur longu mánadagin, sigur reiðarin.
Sosialurin royndi at fáa orð á Hanus Hansen fyrrapartin mikudagin og í morgun, men tað eydnaðist ikki.