Skálafjarðarruta 100 ár

Í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani, at ferðaætlan var gjørd inn á Skálafjørðin, heitir Bátafelagið á Toftum á fólk um at leita fram myndir frá tí tíðini Hetta er tíðin, tá Mjólkaforsýningin og Strandferðslan røktu hesa rutu, sum ikki er til longur.

Sóknast verður eftir myndum ar Ruth, Sigmundi, Ternunum, Tróndi, Dúgvuni og øðrum, sum røktu leiðina. Eisini ynskir Bátafelagið myndir av ferðafólki, avgreiðslufólkum, hýruvognum og øllum, sum hevur við hesa rutu at gera.

Minnist tú eina góða søgu frá hesi tíðini, starvsfólk á skipnu, avgreiðslu, rutuførarar, fraktfólk ella ferðafólk, so er alt hetta vælkomið, sigur Bátafelagið, sum eisini heitir á bygdsøvn og onnur søvn at hjálpa til við tilfari.

Myndir og søgur kunnu sendast til: batafelagid@hotmail.com. Eisini ber til at ringja á tlf. 223811 fyri at avtala levering av tilfari.