Skálafjarðasiglingin niðurløgd

Strandfaraskip Landsins og Vinnumálastýrið hava gjørt av at niðurleggja skálafjarðarsiglingina. Seinasti túrur verður 11. september

Samstundis boðar Starnfaraskip Landsins frá, at tey fara at royna at varðveita verandi tænastustøðið, og fara frá mánadegnum 14. september 1998 at seta inn ein snarbuss millum Skálafjørðin og Havnina. Eisini verður arbeitt við at gera eina rutuætlan, har fráfaringar- og komutíðir verða umleið tær somu sum við ferjusambandinum. Lýst verður nærri við hesari rutuætlan í bløðunum komandi viku, sigur Strandferðslan.


Annars verður sagt, at nærri fæst at vita við at venda sær til fólkaflutnginsdeildina á telefon 217781 ella fax 318007