Eins og undanfarin ár fer Talvsamband Føroya at skipa fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm. Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri .
Innleiðandi kappingar verða á Oyrarbakka og í Klaksvík, meðan finaluumfarið verður í Skopun. Sera hugaligt, at FM finala í talvi, á fyrsta sinni, verður telvað á Sandoynni - og enntá í heimbygdini hjá okkara sterkasta telvara í løtuni, altjóða meistara okkara IM John Arna Nilssen.
At finaluumfarið júst verður í Skopun, er ikki minst eitt úrslit av megnar ungdómsarbeiðinum hjá talvráðgevanum hjá Talvsambandinum, Mogens Nielsen - ikki minst á Sandoynni - har rættiliga nógvir ungdómar luttaka í skúlatelvingini, sum annars støðugt breiðir seg kring landið alt. Talv er av álvara á veg inn um skúlagátt.
FM finalubólkar fevna um 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kappingunum. Tey lið sum ikki kvalifiserað til finaluna, ella sum ikki luttaka innleiðandi, telva í opnum bólkum í finaluni um plaseringar og heiðursmerki.
Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skiftistelvarar - t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.
Fyrra innleiðandi kapping verður í Oyra skúla fríggjadagin 12. mai. Seinna innleiðandi kapping verður í Klaksvík hósdagin 25 mai. Finalan verður í Skopun mánadagin 5. juni.
Heiðursmerki verða til hvørja kapping latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. FM vinnarar fáa harumframt steyp til ognar. Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talvungdómar - royndar, minni royndar, umframt fyri tey sum júst eru byrjaði at telva - tað er ikka at halda seg aftur, sigur Talvsambandið