Tað er ikki frítt, at fótbóltsfepurin ger um seg á vestara armi á Skálafjørðinum. Fyri meiri enn einum mánað síðani – 10. mars – fóru skálamenn úr Gundadali eftir 1-0 tap ímóti B36. Tað vóru teir ikki nøgdir við, tí teir hildu seg hava uppiborið at vinna stig.
Seinnapartin fær Skála vitjan av EB/Streymi. Síðani tapið í fyrsta umfari ímóti B36 hevur Skála spælt fýra ferðir í landskappingini og ein steypadyst. Skála hevur vunnið allar fimm ferðirnar við samantalda málmuninum 9-0. Onkra ferðina hevur Karstin Hansen, málverjin, stórbjargað – eitt nú í steypadystinum ímóti AB – men sum heild hevur verjuparturin verið sera sannførandi.
Góða gongdin ber við sær, at Skála undan grannauppgerðini seinnapartin er topplið.
Allir heimamenninir eru tøkir uttan Søren B. Nielsen, sum kanska verður tøkur, tá ið Skála 2. páskadag fer at spæla steypadyst á heimavølli ímóti TB.
EB/Streymur vann sunnudagin fyrstu stigini í ár, tá ið tað endaði við 5-1 sigri á heimavølli ímóti AB. Hetta var størsti sigur hjá EB/Streymi í fimm ár. EB/Streymur vann 11. mai í 2014 5-0 á heimavølli. Tað var eisini ímóti AB.
Stórsigurin ber økt sjálvsálit við sær. Ímóti AB vóru bæði Steffan Løkin og Arnbjørn Hansen millum teir fyrstu ellivu. Tá var EB/Streymur í 4-4-2 uppstilling. Tað er væl hugsandi, at EB/Streymur í dag bara fer at hava ein í fremstu røð, og at Arnbjørn Hansen fyrstu løtuna verður á beinkinum.
Andras Olsen, Arnar Dam og Leif Niclasen eru langtíðarskaddir. Ivasamt er tað, um Niklas Kruse, sum varð skiftur inn og skoraði ímóti AB, verður førur fyri at spæla ídag.