Lokaluppgerð og stríðið um kommununa. Á Skála gleða tey seg til at besta liðið hjá NSÍ sunnudagin kemur at vitja, og tað skal avgerast, um tað verður 1. deildarliðið hjá Skála ella EFFO liðið hjá NSÍ, sum skal umboða Runavíkar kommunu í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.
Eliesar Olsen er á triðja ári høvuðsvenjari í heimbygdini, og sambært honum so verður nógv tosað á Skála um steypadystin sunnudagin:
– Síðani luturin fall soleiðis, at vit skulu spæla ímóti NSÍ, hevur tað verið prátað um kommunuuppgerðina, og vit eru sera spentir. Hetta er stór avbjóðing hjá okkum, tí tað eru bara tveir av okkara monnum, sum áður hava spælt ímóti besta NSÍ liðnum. Teir eru liðformaðurin Teitur R. Joensen og Poul N. Poulsen. Og so kennir Petur Pauli Mikkelsen eisini væl til NSÍ liðið, tí hann hevur áður spælt við teimum.
Hvat rokna tit við?
– Sjálvandi verður NSÍ roknað at vera favorittur, men vit ætla at geva teimum ta mótstøðu, sum vit á nakran hátt megna, og steypafótbóltur er steypafótbóltur, so nú fáa vit at síggja.
Tað hevur ljóðað, at veteranurin Pauli G. Hansen, sum seinnu árini hevur spælt við EB/Streymi, skal spæla við tykkum nú?
– Spæliloyvið hjá honum varð flutt úr EB/Streymi og til okkara dagin eftir lutakastið til fjórðingsfinaluna. Tí varð tað beinanvegin útlagt tann vegin, at hann skuldi spæla við okkum ímóti NSÍ. Pauli hevur hugnað sær í 2. og 3. deild. Vit vita allir, at hann er ein framúr spælari, og eg havi sagt við hann, at hann er væl komin at venja við okkum. Enn er hann ikki komin, og hann verður ikki við ímóti NSÍ. Tað verða teir, sum hava spælt okkum í fjórðingsfinaluna, sum fara at spæla ímóti NSÍ, sigur Eliesar Olsen, venjari hjá Skála.
Eftir at Skála í fyrstu umførunum í landskappingini tapti ímóti bæði B68 og FC Suðuroy hevur gingið heilt væl:
– Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum í tøttu uppgerðunum at byrja við. Síðani hevur gingið væl, og vit miðja at røkka høgri, enn vit gjørdu í fjør. Tá endaðu vit á triðja plássi, so vit ætla okkum at enda á uppflytingarplássi í ár, sigur Skála venjarin.
Víkingur stórfavorittur
Í landskappingini kappast skálamann við B68 og FC Suðuroy. Toftamenn fullu í áttandapartsfinaluni. FC Suðuroy skal í fjórðingsfinaluni spæla í Sarpugerði ímóti Víkingi, sum í fjør vann steypakappingina.
Hóast tað seinastu vikurnar ikki hevur gingið so væl hjá Víkingi – sunnudagin tapti Víkingur 1-0 við Stórá ímóti TB – so eigur heimaliðið at verða roknað at vera stórfavorittur ímóti unga og óroynda FC Suðuroy.
Men talan er um steypafótbólt, og nú fæst at síggja, hvussu tað fer at tørna út, og um tað verða einki, eitt ella kanska tvey lið úr næstbestu deildini í hálvfinaluni!