Skálamenn leita eftir málinum

Fremsti álopsspælarin hjá Víkingi situr framvegis uttanfyri við brotnum beini

Í fótbóltshøpi er tað gerandisdagur aftur í Víkingi, tá ið grannarnir á Skála vitja seinnapartin. Í Víkingi hevur vikan verið eyðkend av nívandi sorg og trega, nú næstformaðurin í felagnum, 52 ára gamli Ólavur Olsen, andaðist næstsíðsta leygardag, og hósdagin var stór mannfjøld savnað í Leirvík, tá ið hann varð borin til gravar.

Mikukvøldið vísti felagið so framúr vakurt virðing fyri tí farna og samkenslu við teimum, ið eftir sita. Tá ið fylgið úr høvuðsstaðnum og á veg til Leirvíkar koyrdi framvið í Sarpugerði, stóðu víkingar í øllum aldri í Víkinga búnanum á vøllinum.

 

Setningurin hjá Sámal Erik Hentze hevur verið at fáa spælararnar at megna avbjóðingina ímóti Skála ídag. Í fyrsta umfari vann Víkingur 4-1 á heimavølli ímóti Skála, sum legði seg framum 1-0 í fyrra hálvleiki.

-Fyri viku síðani vunnu vit lokaluppgerð í Fuglafirði, og nú ræður tað um enn eina lokaluppgerð. Okkara uppgáva er at vinna hvørja ferð. Um tað fer at røkka at vinna FM, so verður tað fínt. Um tað ikki røkkur, so fara vit ikki at sita á ársveitsluni í heyst og siga, at tað var eitt nú ímóti Skála á heimavølli, at tað kiksaði, sigur Atli Gregersen, liðformaður hjá Víkingi.

Finnur Justinussen situr framvegis uttanfyri við brotnum beini.