Aftur í morgun gekk tað av skriðuni tá ið næmingar í fólkaskúlanum skuldu til roynd. Og tað er sama søgan umaftur og umaftur: Teldurnar rigga ikki og tískil máttu fleiri skúlar enn einaferð gevast við royndunum í morgun.
Talan er um undanroyndir til landsroyndirnar og í dag vóru tað næmingar í sætta flokki, sum skuldu til roynd.
Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, at telduskipanirnar ikki rigga, tá ið næmingar skuldu til roynd, og Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni í Mentamálaráðnum, sigur, at hetta kann rætt og slætt ikki halda fram, og at nú má ein haldgóð loysn finnast.
Í fyrradagin riggaði telduskipanin heldur ikki, tá ið næmingarnir fóru til roynd og tá varð sagt, at tað var ein servari hjá Elektron, sum krassjaði. Men Regin Marnesson sigur, at so einfaldur er trupulleikin ikki, tí hann er samansettur av fleiri viðurskiftum.
Men at teldutrupulleikar hava verið, tá ið næmingar hava skula verið til roynd, hevur verið ein áhaldandi trupulleiki, og Regin Marnersson ásannar, at hetta kann ikki halda fram og at nú má ein øðrvísi loysn finnast.
Hann sigur, at, tey hava sett fólk at útgreina støðuna fyri at vita, hvat tað er, sum bagir og fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni. Tað væntar hann, at tey fáa í næstu viku.
Og tá ið tann útgreinining er gjørd, verður støða tikin til, hvussu ein tryggari og betri skipan kann útvegast.
Men tað er greitt, at nú má tað arbeiðið framskundast, so at ein haldgóð loysn verður funnin, sigur Regin Marnersson.