Viberg Sørensen hevur í longri tíð gingið við tankanum um ein eftirskúla, sum partvíst skal takast á landi og partvíst umborð á einnum skúlaskipi.
- Vit hava ein stóran trupulleika í landinum við tað, at ungdómurin ikki sleppur til arbeiðis, tá hann fer úr fólkaskúlanum. So í staðin fyri at trilla tummilfingrar ella spæla telduspøl, kundi ungdómurin passandi farið á hendan eftirskúlan, har tey fáa virðismiklan lærdóm, sum tey kunnu taka við sær víðari í lívinum, sigur Viberg Sørensen.
Hann hevur gjørt sær tann ómak at verið niðri í Hollandi og hugt eftir einari skonnart, ið er sum skraddaraseymað til endamálið.
- Hetta er ein 35 metrar long skonnart, innrættað við 23 koyggjum í 10 kahyttum við tveimum og trimum koyggjum í hvørjari. Pláss er tí fyri umleið 20 næmingum umframt einari manning á seks mans, sigur Viberg Sørensen.
Hann hugsar sær, at skipið kundi farið úr Føroyum og siglt niður til kanarisku oyggjarnar, har lagt var at landi í ymsu londunum á vegnum.
- So kundu næmingarnir fingið undirvísing á veg niður, samstundis sum teir kundu lært um ymsu londini á vegnum, mentan og liviumstøður. Og meðan fyrra liðið siglir niður gjøgnum Vestureuropa, kundi aðrir 20 næmingar gingið á eftirskúla á landi, sigur Viberg Sørensen.
Tá so líður fram móti jólum, og skipið er komið niður til kanarisku oyggjarnar, fóru tey í land har og flugu heim aftur til Føroya, meðan flokkurin, sum hevur gingið á eftirskúla heima í Føroyum eftir nýggjár fer niður til kanarisku oyggjarnar og sigla skipið heim aftur.
- Á tann hátt siglir skipið altíð í hampiligum veðri, har niðri um veturin og á okkara leiðum um summarið, sigur Viberg Sørensen.
Virðismikil lærdómur
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at á henda hátt ber til at fanga ein stóran part av ungdóminum, áðrenn hann rótar seg út í nakað annað.
- Situr ungdómurin framman fyri skíggjan og spælir á teldu, vendir hann skjótt nátt til dag, samstundis sum hann gerst ósosialur, sigur Viberg Sørensen.
Hann vísir á, at onga aðra staðni fæst eitt meiri sosialt samanhald, enn umborð á skipi.
- Á einum slíkum skúlaskipi lærir tú at halda teg til tíðina. Skal tú loysa av klokkan 12, so merkir tað klokkan 12 og ikki tíggju minuttir yvir. Tú lærir eisini at arbeiða saman í einum toymi, og svíkir tú tína ábyrgd, gongur tað ikki bara út yvir teg, men út yvir alt toymið, sigur Viberg Sørensen.
Ungdómurin verður motiveraður og fær samstundis víðkað sjónarringin munandi á túrinum niður gjøgnum Europa ella upp aftur. Hann lærir um nýggj lond og um aðrar siðir.
- Eg hugsi mær til, at tað verður ein skipari, ein stýrimaður, ein motorpassari, ein kokkur, og so ein ella tveir dekkarar, sum samstundis kundu verið lærarar og undirvíst næmingunum umborð, sigur Viberg Sørensen.
Ungdómurin hevði tá staðið munandi betri brynjaður at møtt gerandisdegnum úti á arbeiðsmarknaðinum.
Skúlaverkið við
Viberg Sørensen hevur brúkt nógva tíð og orku upp á hesa verkætlanina, men hóast hann møtir mongum positivum reaktiónum á vegnum, so tykist hann renna høvdið í múrin hjá myndugleikunum.
- Eg bar upp á mál fyri kommununi her suðuri á Tvøroyri at nýta Hvítanes sum basu á landi, men har var eingin áhugi. Somuleiðis havi eg gjørt eina power-point framløgu, sum eg havi lagt fyri embætisfólk í Mentamálaráðnum, men heldur ikki haðani havi eg frætt eitt orð aftur, sigur Viberg Sørensen.
Hann er greiður um tær ætlanir, sum við jøvnum millumbili eru uppi at venda í sambandi við ein eftirskúla í Hvalba, men hendar verkætlanin hevur sum so einki við Hvalbiarætlanina at gera.
- Hetta eru tvær fullkomiliga ymiskar ætlanir, og onnur nýtist ikki at forða fyri hinari. Tað nýtist bert hølir til 20 næmingar, hinir 20 skulu jú verða umborð á skúlaskipinum, og tað skuldi verið púra náttúrligt, at Føroyar sum ein siglandi tjóð eigur eitt skúlaskip. Vit hava kanska ikki ráð til stór og flott skip sum skúlaskipið Danmark, ella Georg Stage, men tað finnast fleiri nýtilig skip, sum eru skraddaraseymað til endamálið, til dømis hetta hollendska skipið, sigur Viberg Sørensen.
Hann sigur tó, at neyðut er, at skúlaverkið er við í verkætlanini so ella so.
- Eftir lokna eftirskúla útbúgving kundu næmingarnir so fingið eitt prógv av onkrum slag, samstundis sum tíðina eisini taldi við sum siglingstíð, sigur Viberg Sørensen.
Forarbeiðið er gjørt, og verkætlanin kann fara í gongd næstan frá degi til dags. Tað einasta, ið manglar, er at myndugleikarnir taka eina avgerð.