Skúlatýrisval á Strondum

Fyrsta skúlastýrið við Stranda Skúla, sum skipað er eftir nýggju lógini, varð valt mánadagin

 

Skúlastýrisval


Til skúlaráðsvalið við Stranda Skúla høvdu 174 fólk valrætt, og 107 vóru á vali. Hesi skuldu velja trý foreldraumboð í skúlaráðið.

Sum foreldraumboð til Stranda skúla vórðu vald: Súni Kristiansen, Skáli, Carolina Johansen, Strendur og Kathrina G. Joensen, Strendur.

Nýggja lógin sigur, at í størru skúlunum skulu trý foreldraumboð, eitt starvsfólkaumboð og tvey kommunal umboð veljast.

Stranda Skúli hevur valt Súsonnu Nilssen sum starvsfólkaumboð, og Sjóvar Kommuna hevur valt Artur Johansen og Eivind Jacobsen at umboða kommununa.

Nývalda skúlastýrið tekur við tann 1. august 2001.