Giljanes: Nógva tosið um blámusoppin í Miðvágs-Sandavágs skúla - ella skúlan á Giljanesi - hevur eisini merkt samtaluna millum teir ungu næmingarnar.
Mikudagin undan páskafrítíðini vóru tey í skúla sum vanligt, tá umborð fyri tíðindatænastuna brádliga órógvaðu undirvísingina. Eftir avtalu við skúlastjóran, Hans Jørgensen steðgaði undirvísingin 10 minuttir fyrri enn ætlað.
Tey høvdu lívfrøði henda tíman. Men kanska var tað ikki av leið at fáa eitt slag av miðlabreyt í nakrar minuttir, og fáa at vita, hvussu fólk í tíðindatænastuni útvega sær tíðindi.
Evnið fyri vitjanini var stóra samtaluevnið í oynni: Hvat skal gerast við skúlan á Giljanesi - skal hann rívast niður og annar skúli byggjast ístaðin? Ella skal ein høvuðsumvæla skúlan, drena ordiligt og síðani halda fram við skúlagongdini her?
Fyri teir átta næmingarnar, sum vóru í skúla henda dagin var eingin ivi: - Rív skúlan niður sum skjótast. Bygg ein nýggjan.
Hetta siga tey, hóast tey vita at tey sjálvi ikki koma at uppliva ta løtuna at sleppa í ein nýggjan skúla, um tað altso verður úrslitið av teirri politisku viðgerðini. Men tað verða teirra børn og barnabørn sum koma at gera tað einaferð í framtíðini.
- Skúlin er kavrotin, allur sum hann er, siga tey við ein munn.
Vanliga eru tey 14 í flokkinum. Í dag vóru tey bara átta. Tað serstaka er, at ein av teimum seks kundi ikki vera í tímanum, orsakað av blámusoppinum.
Luktar illa
Hvørki skúlastjóri, borgarstjóri ella ráðharrar tørvast at vera leingi saman við næmingunum í 9. flokki á Giljanesi, fyrrenn tey skilja, hvat hesi ungu hugsa um skúla teirra.
- Alt luktar og alt er kavrotið. Ja, sjálvt landakortini, sum vit draga niður til undirvísingina, eru rotin og lukta illa, siga tey.
Tey vísa á, at tað ikki bert eru landakortini sum eru gomul og rotin. Eisini karmurin undir vindeyganum var rotin, og skiftur út herfyri.
Og væl fjalt aftanfyri gardinurnar var eitt hol borað í veggin, fyri at vita um blámusoppur var betonginum. Hetta holið er nú tett aftur, men tað nervar kortini ikki tann veruleika at umstøðurnar í flokshølinum á ovastu hædd í skúlanum, kundu verið betri.
- Og so er eisini eitt hol í plátuni á vegginum her aftanfyri okkum. Tú sært. Her er bara eitt at gera.
Sum edikkur
Í miðlunum hava verið vístar myndir av, hvussu blámusoppur sær út og hvar hann finst. Tað er kortini eitt, ið eingin miðil kann lýsa - luktin. Men hann merkja næmingarnir hvønn einasta morgun og hvønn einasta dag.
- Tað luktar ringast um morgunin, tá vit koma í skúla. Tað er tí eisini onkur næmingur í flokkinum, sum ikki tolir henda luktin, fær ilt í høvdið og má tí fara til hús, siga tey.
Luktisansurin hjá menniskjum er jú soleiðis innrættaður, at ein skjótt kann venja seg við ein ávísan lukt. Hetta sama hava næmingarnir merkt, og hetta sama hava foreldur teirra eisini merkt - ella rættari sagt: Ikki merkt nakað til longur: Tey hava snøgt sagt vant seg við luktin.
Ein regla í skúlanum sigur, at tey sleppa ikki at eta matpakkar sínar inni í flokshølinum. Og flokshølið verður eisini vaskað fleiri um dagin. Spurningurin er, hvussu nógv alt hetta hjálpir uppá luktin.
- Men tað eru tey nýggju í flokkinum sum siga frá tí. Tey merkja væl til henda luktin, sum tja, er ein blandingur av edikki og roti, sigur ein teirra.
Og hini nikka samtykkjandi.
Heldur til Sørvágs
Bæði í skúlanum, úti millum vinirnar og heima við hús verður skúlamálið sum vera man umrøtt.
Tað er vist ikki ov nógv sagt, at teir átta næmingarnir í 9. flokki hava eina einstaka hugsan um skúlamálið: - Bygg ein nýggjan skúla sum lýkur dagsins krøv.
Týdningarmesta orsøkin til hetta er blámusoppurin, men eisini tað, at tey viðhvørt mugu flyta oman í skúrin, sum er settur upp í skúlagarðinum. Tað er eisini onnur innandura viðurskifti, sum tey als ikki eru nøgd við.
Tey eru í øllum førum samd um, at skúlin á Giljanesi hevur havt sínar bestu dagar. Hann er ikki nóg góður til tey.
Kanska orðini hjá eina næminginum siga alt um støðuna:
- Slapp eg at velja millum skúlan á Giljanesi og tann í Sørvági, - ja, so hevði eg valt skúlan í Sørvági.
Eisini
OK
Tað var ikki nógv positivt, ið næmingarnir høvdu at siga um teirra skúla. Hetta kann neyvan undra nakran.
Men er so einki gott við skúlanum?
- Jú, sigur ein teirra. - Vit hava ikki so nógv heimaarbeiði fyri.
Ein annar teirra heldur tað hinvegin vera sera positivt, at tey hava nógv heimaarbeiði fyri.
Tey eru kortini øll samd um eitt einstakt evni: - Tað er ordiliga cool at ítróttarhøllin er opin í fríkorterinum.
Tað hoyrir eisini við til positiva ummælið, at næmingarnir, ið koma úr Sandavági, Miðvági og Vatnsoyrum eru væl samansjóðaðir, m.a. eftir túrin í Turkalandi á heysti í fjør.
- Vit læra hóast alt eisini eitt sindur í skúlanum.
258
næmingar
Í Miðvágs-Sandavágs skúla ganga 258 næmingar hetta skúlaárið. Ein framrokning sum skúlin hevur gjørt vísa, at talið av næmingum fer at vaksa tey komandi árini. Talið má takast við tí fyrivarni, at øll í 9. flokki halda fram í 10. flokki.
Sambært framrokningini verða sostatt 282 næmingar í skúlanum, 307 árið eftir og skúlaárið 2015/16 verða eftir ætlan 313 næmingar við skúlan.