– Skúlin, sum ber av øllum

Talan, sum Jógvani Arge, formaður í mentamálanevndini, helt fyri samkomuni:

Fyri Tórshavnar býráð skal eg bjóða tykkum at verða vælkomin higar í skúlan við Løgmannabreyt, nú vit á fyrsta sinni sýna fram tað stóra listarverkið hjá Edwardi Fuglø.
Hesin skúlin ber av øllum, sum Tórhavnar kommunu hevur tikið upp á seg, og einastandandi fyri hesa verkætlanina er, at hetta er fyrsta bygging, har hálvtannað prosent av byggikostnaðinum verður brúkt til listarverk, sum er arbeitt inn í bygningin.
Listarliga arbeiðið verður umsitið av Listabólkinum í Tórshavnar kommunu eftir eini býráðssamtykt, sum varð gjørd í februar 2007. Í honum eru Jákup Simonsen, Mikal Viderø, Helgi Fossádal og Jógvan Elias Winther Poulsen.
William skrivar:
»Tað er ringt at meta um peningsvirði av kunsti. Áðrenn listarverkið er gjørt, og kunstnarin veit, hvussu tað verður, hevur hann lyndi til at smæðast at nevna ov stór tøl – eisini av tí, at man kann risikera, at alt projektið verður av ongum vegna pírni ella peningatrot.
Til samanlíkning kann nevnast, at vit fyri 10 skreytmyndir til Kommunuskúlan fingu 14.000 krónur. Av tí hevði eg sjálvur eitt nettoyvirskot upp á 6000 krónur fyri fimm myndir. Fyri relieffið til skúlagalvin fekk Janus stívar 30.000, men hevði at kalla onki nettoyvirskot. Hevði hann ikki nevnt hetta relativt stóra talið, hevði hann havt undirskot«.
So leggur William aftrat.
- Fyri dekoratiónirnar á Hotel Føroyum fingu vit 10.000 krónur. Tá vóru tvey stór ”brimbíløt” til Tryggingarsambandið við. Eitt gólvteppi, ið samstundis varð keypt, kostaði 15.000”. Og hann endaði: ”Nú nokk um Mammon”.
Vit síggja, at tá vóru aðrar tíðir, og vit eiga at fegnast um, at tað, sum Tórshavnar Kommuna í ringum tíðum legði lunnar undir við Kommunuskúlanum, er komið so langt fram á leið í dag.
Fyri okkum hava vit eitt listaverk, sum heilt ítøkiliga verður brúkt at knýta saman eitt rúm og samstundis at siga eina søgu saman við øllum teim næmingum, sum her fara at koma og fara.
Listin, sum vit reisa ella seta á veggin, skal sjálvandi prýða, men hon skal eisini verða til lærdóms fyri stór og smá. Hon skal bæði provokera og kveikja.
Edward hevur loyst hendan setningin til fulnar, og hann fer nú sjálvur at greiða frá hesum stóra og avbjóðandi listaverki, sum fer at verða skoðað og viðgjørt so at siga, hvønn einasta dag í fleiri mannaminnir.