Skómakaranum í Fuglafirði til minnisSkómakaranum í Fuglafirði til minnisSkómakaranum í Fuglafirði til minnisSkómakaranum í Fuglafirði til minnis

Nú steðgað eru hamarsløg


Nú steðgað eru hamarsløg,

nú kvirra er um garðin,
har lot nú syngur sorgarlag:
“Skómakarin er farin.”
 
Hann sat har mangan nátt og dag
í sínum góða yrki,
at fáa skøtt og bøtt alt tað,
sum fólk bar til hans virki.
 
Eitt smíl, eitt prát, eitt vísdómsorð,
so minnast aftur vit,
sum vitjaðu hans skógvaborð,
har orð hans lív’ gav lit.
 
Hans hond til hegni var framúr,
hann fór um land og líð
ein drúgvan uttanlandatúr
at læra serskósmíð.
----
Eg fann hann mest á søguslóð,
har góður hann mær var,
eg minnist hann for spjøldur góð,
sum hegnishond hans skar.
 
Eg minnist hann for gummibond,
hann skar til okkar spæl,
so leikabyrsan langt um lond,
við píli rakk nóg væl.
 
Hann setti bót av handahógv,
sum ongin visti av,
so spæl sum skræddi okkum skógv
við hús ei fleingju gav.
 
Hann bøtti mongum manni skógv
við handalag sum fáur
og gjørdi for oss annað nógv,
sum vísti hansar gávur.
----
Hann seinastur av garði var
frá okkar barndómsgøtu
av teim, sum væl oss øllum bar,
og gyltu manga løtu.
----
Um mettur tú av døgum var,
so kenst tað tómt í túni,
nú leið tín móti hæddum bar,
og broytt er skøð og búni.
 
Nú tiga tíni amboð her,
nú hvíla virknir lógvar,
nú annar smiður blítt teg ber
og ger tær nýggjar skógvar.
---
Ver heilsaður av okkum fleir,
við barndómsgøtu kæra,
nú skógvar tú ei smíðar meir,
tú eigur minnisvarða,
 
sum gjørdur er við skógvasmíð
í øld í lívsins súði,
sum vísa kann til hvørja tíð,
hvar  SKÓMAKARIN  búði.
 
                                         p