Á dekkinum á mjólkarbátinum, »Sigmundi«, stóð ein av skótunum, Inger Hansen, við myndatólinum, og tók hon hesa myndina av fólkunum, sum voru komin oman í Vágsbotn at »vinka«.
Fólkini sum standa á bryggjuni eru f. v.: Jacob Olsen (Zahle) og Birte Lena Olsen (kona Jacob Zahle), Jóhannes Olsen, Bramwell Kjærbo, Hedevig Kjærbo, Njál Djurhuus, Solveig Thorsvig, Bogi Davidsen (drongurin), Sigga Johansen og gentan fremst á myndini er Peddy Davidsen. Á sjálvari trappuni stendur Jóhannes Hanen (Jóhannes hjá Gúnnu), eisini sæst lastbilurin (ein Bedford), sum Bramwell koyrdi.
Um lesari kennist við onnur nøvn á myndini, eru viðkomandi vælkomin at siga frá til Sosialin, box 76, 100 Tórshavn, merk brævbjálvan »Gamlar Havnarmyndir«
Myndaeigari: Inger Hansen